Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 7-20 Landafrøði 2 Avritssíða 7.6 Fólkið í heiminum - Hugdýping 1. Hygg í kortið í bókini yvir býtið av fólki í heiminum. Tak trý øki, har tú heldur, at flest fólk búgva. Hví búgva so nógv fólk júst har? Brúka bókina og atlas, tá ið tú loysir upp- gávuna. 2. Í hvørjum slag av økjum búgva vanliga fá fólk? Hví? 3. Hví er fólkatalið í heiminum vaksið so nógv seinastu tvey- hundrað árini? 4. Hví veksur fólkatalið í India skjótari enn í Føroyum? 5. Hvørjar avleiðingar kann ein bráður fólkavøkstur fáa? Vís á bæði jaligar og neiligar avleiðingar. 6. Finn tíggju tey fólkaríkastu londini. Skipa tey eftir fólkatali. 7. “Jørðin er ovfólkað!” Ger ein lista við grundgevingum bæði fyri og ímóti hesum uppáhaldi. Fyrireika teg væl, so at tú kanst kjakast í flokkinum. 8. Ger eina útvarpssending, sum viðger søguliga og nútíðar fól- katalsminking. Lat ein vera frásøgufólk. Tvey onnur kunnu vera serfrøðingar á økinum. Tak eina samrøðu upp og lat flokkin lurta eftir upptøkuni. 9. Fá yvirlit yvir flytingarnar hjá familjuni, frá abbum og om- mum til tín. Skriva, hví tey fluttu. 10. Hvørjir fyrimunir og vansar eru við stórum fólkaflytingum? 11. Nevn tríggjar stórar fólkaflytingar. Hvørjar orsakir vóru, at júst hesar fólkaflytingarnar vóru? 12. Hví búgva fleiri føroyingar í tættbygdum økjum nú aftu- rímóti fyri hundrað árum síðan?

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=