Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 8-1 Landafrøði 2 Jørð, matur og landslag Annar partur í Landafrøði 2 viðger hesi evni: • Hvussu gagnnýta vit jørðina, og hvørja ávirkan hevur nýtslan • Veiða og at henta plantur • Húsdýrahald • Ymisk sløg av landbúnaði • Hvussu landslagið støðugt broytist, og hví tað broytist • Bundinskapur og órættvísi • Matur – tørvur og ovurnøgd • Landbúnaður og umhvørvi Í hesum partinum er góður møguleiki hjá næmingunum at brúka og menna ymisk evni.Tey kunnu til dømis læra seg at greina samanhang, at síggja avleiðingar og at vera skapandi. Næmingarnir fáa høvi at nýta frymlar, bera saman, gera egnar niðurstøður og læra seg at meta um fyrimunir og vansar við ymsum møguleikum. Endam ál Duga at lýsa, hvussu og hví jørðin verður gagnnýtt á ymsan hátt Í hesum partinum fáa næmingarnir innlit í, at jørðin kring heimin verður gagnnýtt á fjølbroyttan hátt. Tey lýsa ymisk sløg av húsdýrahaldi og landbúnaði. Tey skulu eisini koma til eina fatan av, hvat tað er, sum avger, hvussu jørðin verður gagnnýtt. Skilja avleiðingarnar fyri menniskju og umhvørvi Teir ymisku mátarnir at brúka jørðina ávirka bæði umhvørvið og liviumstøðurnar hjá menniskjum . Fakligir førleikar - vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • Dugir at greiða frá nøkrum av teimum týdningarmestu orsøkunum til, at jørðin verður nýtt á ymsan hátt • Dugir at greiða frá nøkrum fíggjarligum, umhvørvisligum og samfelagsligum trupulleikum, sum standast av, at jørðin verður gagnnýtt • Hevur hugsað um, hvat kann vera ein burðardygg menning í sambandi við matframleiðslu . BÓKMENTIR Føroya náttúra, 8. og 9. partur. Føroya Skúlabókagrunnur 2006 Jens Peter Møller: Mentan og umhvørvi. Føroya Skúlabókagrunnur 1996 HEIMASÍÐUR Búnaðarstovan: www.bst.fo Umhvørvisstovan: www.us.fo 8

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=