Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 8-2 Landafrøði 2 Arbeiðsgongd Vegleiðingin fylgir bókini, men tvinnar saman fleiri brot í tríggjar partar. Fyrst er ein innleiðsla til alt evnið, síðan ein partur, sum viðger ymsar fortreytir at brúka jørðina, og at enda spurningurin um matframleiðsluna í heiminum og tær avleiðingar, hon hevur fyri umhvørvið. Uppskot til innleiðslu: Leiðin hjá matinum á døgurðaborðið Í vesturheiminum er vanligt at kunna keypa nærum allar matvørur. Matvøruhandlarnir hava fjølbroytt úrval av vørum úr øllum heimsins londum. Fortreytirnar fyri hesum ógvuliga stóra útboði er væl útbygt undirstøðukervi, sum brúkar nógva orku. Samanumtikið krevur tað um leið líka nógva orku sum samlaða elframleiðslan at útvega nóg mikið av mati til fólkið í landinum. Hvør kaloria, sum fólk fáa, hevur vanliga kostað tíggju kaloriur at framleiða. Bøndurnir, handilstøðídnaðurin og fóðurverksmiðjurnar nýta helvtina av orkuni. Ein fjórðingur fer til matvøruídnaðin og pakkivirkini.Tey írestandi 25 prosentini verða brúkt sum brennievni og el til: bátar, flogfør, tok og langfaralastbilar. Tilfarið í til dømis malnum kjøti, spagetti og tomatsós kann hava verið kring hálva jørðina, áðrenn tað er komið á føroyska døgurðaborðið. Hvaðan kemur maturin. Hvussu langa leið er hann fluttur. Tað ber til at lata næmingarnar kanna, um tað, ið stendur omanfyri, er rætt. Hendan uppgávan hóskar væl saman við lærugreinini heimkunnleiki. Brúka avritssíðuna Leiðin hjá matinum á døgurðaborðið. Být flokkin í bólkar, um leið fýra í hvørjum, og gev teimum uppgávuna at fara til handils at keypa tilfar til døgurða. Heldur enn at keypa vørurnar kunnu næmingarnir sjálvandi bara skriva, hvaðan vørurnar koma. Velja tit seinna møguleikan, er gott at boða starvsfólkunum í handlinum frá frammanundan. Malið kjøt, spagetti og tomatsós verða brúkt sum dømi í uppgávuni, men sjálvandi ber til at keypa tilfar til døgurða eftir egnum tykki. Tá ið bólkarnir hava verið til handils, skulu teir skriva upprunalandið fyri hvørja vøru og eisini rokna nøkulunda, hvussu langa leið vøran er komin. Tey kunnu brúka globus og máliband ella kort og lineal. Úrslitið verður sett í eina talvu. Í talvuni skal øll leiðin fyri hvørja vøru standa. Lat næmingarnar eisini tekna leiðirnar á eitt heimskort. At enda kunnu næmingarnir grunda yvir fyrimunir og vansar við alheims matvøruskipanini: Avritssíða 8.1
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=