Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 8-3 Landafrøði 2 -- Hvørjar eru fortreytirnar fyri, at matvøruhandlar kunnu hava so fjølbroytt úrval? -- Hvussu kunnu vit við okkara keypihátti ávirka orkunýtsluna til matvøruflutning? -- Er lívsstílurin hjá vesturheiminum burðardyggur, sæð úr einum alheims sjónarhorni? Tann besti mátin at enda uppgávuna er at lata næmingarnar gera matin í tímunum í heimkunnleika. Ymsar fortreytir at brúka jørðina (Veiða dýr og henta plantur, Húsdýrahald, Landbúnaður) Eitt tað týdningarmesta endamálið í øllum partinum er at kanna, hvat ávirkar mátar og møguleikar at gagnnýta jørðina. Tú kanst leggja fyri við at lata næmingarnar arbeiða við avritssíðuni Hvussu skuldi stjórnin brúkt jørðina í Viluria? Být flokkin í bólkar, trý ella fýra í hvørjum bólki. Uppgávan stimbrar skapanarevnini hjá næmingunum og vónandi eisini forvitnið til bókina, sum ger teir betur førar fyri at taka avgerðir. Næmingarnir kunnu styðja seg til bókina (sí avritssíðu). Bólkunum nýtist ikki at leggja hugsanir sínar fram; í staðin kunnu teir beinleiðis lýsa evnið úr fleiri sjónarhornum, kanska sum eina samrøðu í flokkinum. Ger greitt fyri næmingunum, at einki eintýtt svar er til spurningarnar, teir hava umrøtt – men tess meiri vitan teir fáa, tess betur gerast teir førir fyri at skilja tær ymsu fortreytirnar. Hví er torført at dyrka í brattari fjallalíð? Svar: Vatnið – regn ella úr vatningarskipan – rennur burtur. At gera bríkar kann byrgja fyri, at slíkt hendir. Trø hava góð evni at súgva vatn í seg, og verða øll trø í eini líð høgd, verður vandi fyri skriðulopi, tá ið áarføri verður. Hvar skuldi verið best at útvegað nóg mikið av vatni? Svar: Teir næmingar, sum úr Landafrøði 1 minnast ringrásina hjá vatni, eiga at hava funnið fram til, hvar áir og meginparturin av grundvatninum er. Vatningarskipanir kunnu fyribyrgja vatntroti. Hvørji jørðildi hóska best sum dyrkilendi? Svar: Í bókini á bls.32 er stutt frágreiðing um hóskandi jørðildi.Mold og eyrur borin við áarstreymi verður hildin vera besta jørðildið. Ymisk sløg av jørðildi eru viðgjørd í Landafrøði 1 (bls. 57).Við taðing Landafrøði 2, bls. 28-35 Avritssíða 8.2

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=