Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 8-4 Landafrøði 2 kann kørg jørð gerast betri.Verður hinvegin taðað ov nógv, renna tøð á sjógv og brúka tað oxygeni, sum fiskurin skuldi havt. Hvat vakstrarskeið er best hóskandi? Svar: Skal ein dyrka, er neyðugt at vakstrarskeiðið er nóg langt. Skal vøksturin vaksa væl, má hitin vera oman fyri 5°C. Ymisk sløg av grøði seta ymisk krøv til longdina á vakstrarskeiðinum. Hetta er avgerandi fyri, hvar dyrkað verður. Tess longri vakstarskeiðið er, meiri ber til at heysta. Við vakstrarhúsum ber til at leingja vakstrartíðina. Hvørji vakstrarøki hóska best at dyrka í? Svar: Veðurlagið í vakstrarøkinum eigur hvørki at vera ov heitt ella ov kalt – sum tað ikki er í førinumViluria. Í hesum føri er tað avfallið, sum er avgerandi. Á savannuni er annaðhvørt regntíð ella turkur. Í regnskóginum regnar so at siga hvønn dag. Í tempraðu økjunum regnar javnari. Í heitum økjum fer nógv av avfallinum fyri skeyti av burturguvan. Tí krevst meiri avfall í heitum veðurlag enn í til dømis tempraðum veðurlag. Í tempraðum veðurlag fær jørðin stundir at taka vatnið til sín, áðrenn tað guvar burtur. Hvørjar vørur skulu verða framleiddar? Kjøt . Animalsk føði krevur 10-20 ferðir meiri orku at framleiða enn vegetabilsk føði. Har krevst eisini størri lendi og meiri vatn. Sum nevnt í bókini, skulu 100.000 litrar av vatni til at fáa eitt kilo av neytakjøti, men bara 500 litrar til eitt kilo av eplum. Rís krevur nógv vatn. Kakao. Vørur, sum hava stóran týdning og eru í umferð á altjóða marknaðinum, verða nevndar goymsluvørur . Dømi um goymsluvørur eru kaffi, sukur, bummull og kakao. Næmingarnir hava kanska hug at dyrka hetta, so teir kunnu keypa maskinur og traktorar, men trupulleikin við nýggja slagnum av landbúnaði er, at hann er treytaður av prísinum á heimsmarknaðinum, sum er ógvuliga umskiftiligur. Hirsi veksur væl í turrum veðurlagi. Bygg og epli standa seg væl við stuttum vakstrarskeiði. Kassava og jams krevja ikki so nógva føðslu og trívast væl í heitum og slavnum veðurlagi. Flutningur. At dyrka vørur til útflutning er torført, um undirstøðukervið ikki er ment. Við at lýsa málið úr fleiri sjónarhornum fáa næmingarnir fatan av, at veruleikin er torskildari, enn hann kanska tykist vera. Uppgávan

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=