Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 8-5 Landafrøði 2 venur eisini evnini hjá næmingunum at bera saman og gera niðurstøður. Viðurskifti, sum ávirka landbúnaðin Nú er tíð at skipa tað, sum næmingarnir hava lært. Legg fyri við spurninginum: Hvørji viðurskifti hava ávirkan á, hvussu vit kunnu gagnnýta jørðina? Tosið um hesi upprit á talvuni: Náttúruviðurskifti Hvussu lendið er Veðurlag Jørðildi Fíggjarviðurskifti Marknaður Peningur og jarðarogn Fíggjarváði Atgongd til tøkni Politikkur Enn eru nógv viðurskifti í bókini, sum næmingarnir ikki hava nomið við. Tað ber til at viðgera tey nú, ella tá ið tit arbeiða við partinum Ymisk sløg av landbúnaði , Landslagið broytist alsamt og Einsháttað framleiðsla og órættvísi . Fíggjarviðurskifti Marknaðir Framleiða bøndur meiri enn til egna nýtslu, mugu teir kunna sleppa av við vøruna á einum marknaði. Tí má vera eftirspurningur eftir hesum vørum. Veksur eftirspurningurin skjótt, fer prísurin á vøruni upp. Tað øvuta hendir, um eftirspurningurin er ov lítil. Tað lønar seg tí ikki at dyrka ov nógv, er eingin eftirspurningur eftir vøruni, ella eingir flutningsmøguleikar eru. Í vesturheiminum er stórur eftirspurningur eftir kakao, kaffi, sukri, bummull og slíkum vørum. Í nógvum fátækum londum er landbúnaður, sum hevur lagt seg eftir at dyrka hesar vørur heldur enn at dyrka mat til fólkið á staðnum. Fyrimunurin er, at tey kunnu vinna pening, tá ið prísurin á heimsmarknaðinum er høgur. Váðin er, at prísirnir lækka, um til dømis fólk í vesturheiminum fara at drekka minni kaffi. Eisini tey, sum fara undir at framleiða kjøt, gera tað, tí eftirspurningurin er stórur. Bøndur í vesturheiminum hava møguleika at gevast við landbúnaðinum, lønar hann seg ikki. Fátækir bøndur mugu selja vørur sínar bíligari, og tað eru ofta hesar vørur, brúkararnir vilja hava. Kapitalur og jarðarogn Møguleikin hjá fátækum bóndum at útvega sær maskinur og soleiðis nútíðargera landbúnaðin er avmarkaður, tí teir eiga ikki pening til slíka íløgu.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=