Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 8-6 Landafrøði 2 Ognarviðurskiftini hava nógv at siga. Í fátækum londum eru nógv, sum fegin vilja dyrka jørðina, men kunnu ikki, tí tey hava ikki ráð at keypa sær eitt jarðarstykki. Samstundis kunnu stórir jarðognarar leggja lítið í, um teir ikki brúka alla jørðina. Fíggjarligur váði At reka landbúnað er vágið, og framtíðin er ring at spáa um. Ár kunnu vera ógvuliga ymisk viðvíkjandi avfalli, hita, kulda, skordýraálopum og sjúkum. Ein fátækur bóndi við lítlum øki er fyrivarin og hevur tí ymisk sløg av grøði. Gongst ikki væl við einum slag, gongst vónandi betur við øðrum. Hetta ber í sær, at avlopið eitt ár við góðari frukt verður ikki so stórt, samstundis sum hallið eitt ár við ringari frukt heldur ikki verður stórt. Múgvandi stórbøndur hava hinvegin ráð at taka kjansir og váða meir. Ofta eru bøndur í fátækum londum ímóti nýggjum framleiðsluháttum og framleiðslutólum, tí at vágin kann verða so stórur, at teir kunnu missa alt. Atgongd til tøkni Atgongdin til tøkni er, sum longu nevnt, tongd at fíggjarorkuni. Betri tøkni ger, at minni arbeiðsmegi er neyðug til sjálvan raksturin, men harafturímóti er neyðugt at hava nógva arbeiðsmegi at framleiða og flyta orkuna, sum skal til at reka maskinurnar. Betri tøkni í landbúnaðinum ber ofta í sær, at bygdirnar líðandi doyggja út. Handilstøð og eiturevni móti loki og skaðadýrum vaksa um úrtøkuna, men elva til nýggjar trupulleikar, sum ovtaðing og dálking í náttúruni. Við vatningarskipanum ber til at brúka størri víddir til dyrkilendi. Í londum, har lítið vatn er til, verða vatnkeldurnar hart raktar. Politikkur Politiskar avgerðir – hvørt tær so eru staðbundnar, á ríkis- ella á alheimsstøði – kunnu broyta fortreytirnar fyri, hvussu menniskju brúka lendið. Stuðul frá landinum til vistfrøðiligan, burðardyggan landbúnað – sum krevur størri víddir til sama avkast – broytir nýtsluna av lendinum. Broytt avgjøld á kaffi og sukur kunnu broyta eftirspurningin eftir vørunum. Jarðarlóggávan hevur eisini nógv at siga. Broytingar í henni elva ofta til øðrvísi landbúnað. Samanumtikið eru nógvar politiskar avgerðir, sum kunnu broyta møguleikarnar at brúka lendið.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=