Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 8-7 Landafrøði 2 (Ymisk sløg av landbúnaði, Landslagið broytist alsamt og Einsháttað framleiðsla og órættvísi) Við at bera saman landbúnað í ríkum og fátækum londum ber til at vísa, hvussu fíggjarligar fortreytir ávirka mátan at reka landbúnað. Her skal verða viðmerkt fyri næmingunum, at samanberingin er gjørd í høvuðsheitum. Til eru altíð undantøk, sum vátta reglurnar. Lat næmingarnar gera yvirlit yvir tað, sum tykist vera eyðkent fyri landbúnað í ávikavist teimum ríku londunum og teimum fátæku londunum: Rík lond: • Fá fólk arbeiða í landbúnaðinum • Landbúnaðarvørurnar verða seldar • Maskinur, handilstøð og eiturevni móti loki og skaðadýrum verða nógv brúkt • Hvør garður hevur vanliga bara eitt ella fá sløg av gróðri ella húsdýrum • Garðarnir eru stórir • Neyðugt er við stórum íløgum, skal jarðarbrúkið verða kappingarført og hava avlop. Fátøk lond: • Nógv fólk fáast við landbúnað • Garðarnir eru allarmest til húsbrúk • Vanliga verða einføld amboð nýtt • Jarðarbrúkið er ofta fjølbroytt, tey dyrka ymiska grøði • Jarðarbrúkini eru smá • Har eru eisini stórar gróðrarlundir, har bara goymsluvørur verða dyrkaðar til útflutnings • Arbeiðið í landbúnaðinum er kravmikið og tíðarkrevjandi hjá bóndunum. Eru stundir, kunnu næmingarnir arbeiða við avritssíðuni Land­ búnaður kring heimin. Matframleiðsla og umhvørvi (Matur – tørvur og ovurnøgd og Landbúnaður og umhvørvi) Seinastu brotini í partinum viðgera spurningin um matframleiðslu í heiminum. Stríðið stendur ímillum at breyðføða fólkið í heiminum og burðardygga menning – í øllum førum, til farið verður í dýpdina við evninum. Avritssíðan Frá orku frá sólini til oljunýtslu er hugsað sum grundarlag undir greining og orðaskifti. Teksturin snýr seg um ”oljuriknan Landafrøði 2, bls. 36-45 Avritssíða 8.3 Landafrøði 2, bls. 46-53 Avritssíða 8.4

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=