Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 8-8 Landafrøði 2 landbúnað”, sum fyrst og fremst er í ríku londunum, mest í Evropa og í Norðuramerika. Lat næmingarnar leggja fyri við at lesa avritssíðuna. Lat teir brúka spurningarnar niðanfyri at greina “oljurikna landbúnaðin”. Oljurikin landbúnaður 1. Greið frá, hvat eyðkennir oljuriknan landbúnað. 2. Hví verður landbúnaðurin rikin á henda hátt? 3. Hvørjar eru avleiðingarnar av oljuriknum landbúnaði? Tikið verður samanum við orðaskifti í flokkinum við støði í tí, sum næmingarnir eru komnir fram til, og spurningunum í avritssíðuni. Týdningarmikið sjónarhorn, sum eigur at verða lýst, er, at orka til landbúnað í fátækum londum vanliga stavar beinleiðis frá sólini og tí er burðardyggari. Avgrøðin verður ikki flutt langa leið. Og arbeiðið við at velta, taða, sáa og heysta verður í mestan mun gjørt av menniskjum og húsdýrum, sjáldan maskinum. Við øðrum orðum: júst sum í gomlum døgum um okkara leiðir Seinasta uppgávan Næmingarnir eiga at hava møguleika at enda arbeiðið við evninum Jørð, matur og landslag við at taka saman um lærdóm sín. Hetta kunnu tey gera við at skriva ein stuttan stíl, ið hevur heitið: Hvussu skulu vit brúka velta lendið? Eitt uppskot til burðardygga menning. Takið í aftur tað, tit hava arbeitt við Leiðin hjá matinum á døgurðaborðið, Ymsar fortreytir at brúka jørðina og Matframleiðsla og umhvørvi. Sum fyrireiking til stílin eiga næmingarnir at lesa bls. 46-53 í bókini. Bið tey skriva niður upplýsingar og grundgevingar, sum tey kunnu brúka. Hetta er ein krevjandi uppgáva hjá næmingunum, men legg dent á, at hon samstundis er venjing til aðrar uppgávur í framtíðini: At kunna taka saman um nógva ymiska vitan og koma fram til sínar egnu væl grundaðu niðurstøður. At enda ein viðmerking um ílegutøkni.Bókin umrøður ílegutøkni bæði við fyrimunum og vansum, men serliga tann nýggjasta granskingin setur stór spurnartekin við ílegubroytta grøði. Tað er sera ivasamt, um ílegutøknin kann grundgevast við tørvinum á størri grøði; øll matframleiðslan í heiminum er nóg stór at breyðføða heimin. Størri grøði gagnar bara einstøkum framleiðarum. Varsemisreglan eigur at ráða, til tað er prógvað, at íleguviðgjørd grøði er vandaleys.Alt meira gransking vísir tvørturímóti á vandar fyri heilsu og umhvørvi. Søgan lærir okkum, at ávísar royndir at broyta náttúruviðurskifti kunnu elva til vanlukkuligar avleiðingar.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=