Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 2-5 Landafrøði 1–3 kunnleiki og námsfrøði Hitt er, at næmingarnir skulu hava ta grundvitan, sum krevst til tað økið ella evnið, sum lært verður. Her kann talan vera um faktavitan, ið røkkur út um tað, ið summi halda vera “almenna vitan”. Vanliga er ikki neyðugt at arbeiða við at læra uttanat. Tó eigur at verða havt í huga, at faktavitan festir seg betur við at verða endurtikin í ymiskum høpi. Tað týdningarmesta viðvíkjandi kvantitativari vitan er, at næmingarnir ogna sær grundleggjandi hugtøk. At ogna sær hugtøk og at nýta hugtøk Førleikin at ogna sær hugtøk og at nýta tey hevur alstóran týdning fyri at menna evnini at hugsa. At duga at nýta viðkomandi hugtøk skipar hugsanina og er ein góð hjálp til, at tað, sum verður lært, festir røtur. Eisini er lættari at fáa “gamla vitan” framaftur við teimum røttu hugtøkunum. Í uppgávunum til Landafrøði 1-3 verður miðvíst arbeitt við mátum at læra hugtøk og at stigskipa hugtøk, og eisini við at menna førleikan at skifta millum ítøkilig og úrtøkilig hugtøk. Júst hetta ger tað lættari hjá næmingunum at ogna sær torgreitt fakligt innihald. 2. Kvalitativur kunnleiki At síggja sambond og heildir Heimurin er ein samanhangandi heild, hvørs staklutir alla tíðina ávirka hvønn annan. Náttúrulandafrøðiligar fortreytir ávirka virksemið hjá menniskjum og øvut. Eitt týðandi øki í landafrøðini er at royna at skilja, hvussu hetta alt samalt hongur saman. Vilja vit sum menniskju royna at broyta ein staklut, mugu vit vita, hvørja ávirkan tað fær. Hesin førleiki gevur næmingunum betri fatan av heiminum, vit liva í. At síggja orsakir og avleiðingar (at greina) At greina merkir at gera eina neyva kanning av staklutunum í einum fyribrigdi. Skulu næmingarnir læra at greiða frá og at fata landafrøðilig fyribrigdi, viðurskifti og broytingar, mugu teir tíðliga læra seg at greina sambond millum orsøk og avleiðing. At síggja orsakir er knýtt at førleikanum at duga at greiða frá, hví fyribrigdi og viðurskifti eru, sum tey eru. Tað hevur eisini alstóran týdning at duga at meta um avleiðingar. Spurningurin um, hvussu gerðir menniskjans ávirka og hava ávirkað náttúruna og lívskorini á jørðini, eigur at vera ein hjartatáttur í undirvísingini. Skulu næmingarnir verða førir fyri at taka støðu til
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=