Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 8-9 Landafrøði 2 Avritssíða 8.1 Leiðin hjá matinum á døgurðaborðið Maturin, tú etur, kemur úr øllum heimsins heraðshornum. Hetta marglætið krevur, at maturin verður fluttur langa leið og ger, at nógv orka verður brúkt. Øll flutningstól: skip, flogfør, tok og stórir lastbilar verða rikin við olju ella el. Uppgáva: Saman við trimum vinfólkum skalt tú fáa greiði á, hvussu langa leið tilfarið í einum vanligum “føroyskum” døgurða er flutt. Tit kunnu velja eina uppskrift sjálv saman við læraranum, ella tit kunnu brúka uppskriftina niðanfyri. 1. Far í ein handil og finn, hvaðan tilfarið í kassanum niðanfyri er komið. (Kanska er vert at siga starvsfólkunum í handli- num frá.) 2. Ger eina talvu, har upprunalandið og farleiðin eru sett upp. Brúka máliband at máta leiðina á globusi ella lineal og kort. 3. Rokna so allan teinin fyri alt tilfarið til samans. 4. Tekna ymsu farleiðinar á eitt heimskort. 5. Um til ber, kunnu tit gera døgurðan í einum tíma í heim- kunnleika. Milliónbúffur við spagetti og salati. Malið kjøt Skornar tomatir Soya Leykur Bótarmolar Salat Gularøtur Pipar Sitrón Matolja Spagetti Tomatpuré Rivin ostur
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=