Landafrøði 1-3 Lærarabók

8-10 Lærarabók ©nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, upprunaútgáva impuls geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och natur og Kultur, 2009, Stockholm iSBn: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 Landafrøði 2 aVriTSSíða 8.2 Hvussu skuldi stjórnin brúkt lendið í Viluria Hugsið tykkum, at tit eru stjórnin í landinum Viluria. Hyggið at kortinum av Viluria. Tit skulu onkursvegna framleiða mat til fólkið – og kanska eisini eitt avlop av mati, sum kann verða selt í øðrum londum (hetta nevna vit útflutning). Tá hava tit kanska eisini ráð at keypa aðrar vørur úr øðrum londum (hetta kalla vit innflutning). - Hvussu skulu tey ráðandi brúka lendið? - Takið støðu til, hvat øki tit skulu brúka. - Hugsa um landslagið, veðurlagið og jørðildi. - Gerið av, hvørjar vørur tit skulu framleiða. - Minst til, at fólkið eigur at vera nøgt við virksemið hjá stjórnini. Nakrar upplýsingar um Viluria: Fólkið í Havnarbýi skal hava fjølbroyttan mat. Vegirnir eru vánaligir. Har eru hvørki jarnbreytir ella flogvøllir. Í útheiminum er stórur eftirspurningur eftir kakao, og væl verður goldið fyri vøruna. Í útheiminum er eisini stórur eftirspurningur eftir kjøti. Innflutningur og útflutningur eru um havnina í Havnarbýi. Maskinur mugu verða keyptar úr útlondum – eingin ídnaður er í landinum. Áir eru í landinum, men tær eru ikki teknaðar á kortið. Tit kunnu brúka bls. 28–39 í bókini. Hava tit eisini Landafrøði 1 við hondina, kunnu tit brúka bls. 56–57, 70–71, 78–80 og 82–87. ØKI A: Temprað steppuveðurlag ØKI B: Temprað veðurlag Zon C: Temprað veðurlag ØKI D: oyðimarkarveðurlag ØKI E: tropiskt regnskógarveðurlag ØKIF: tropiskt savannuveðurlag Stutt vakstrarskeið Langt vaktrarskeið sortujørðildi brúnjørðildi brúnjørðildi og kørg jørð sandur kørg jørð botnsett jørðildi (áardalur) Havnarbýur TEKNLÝSING Heyggjut, óslætt lendi skógur brúnjørðildi slag av jørðildi

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=