Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 8-12 Landafrøði 2 Avritssíða 8.4 Frá orku frá sólini til oljunýtslu Ringrás í landbúnaðinum Í gomlum døgum var í flestøllum jarðarbrúkum ein ringrás, har sólin var drívmegin. Oksar og hestar drógu plógv og onnur amboð, og teir ótu av gróðrinum, ið bóndin dyrkaði. Tøðini undan dýrunum vórðu brúkt at taða við og góvu vøkstrinum nýggja føði. Nógv fólk arbeiddu í landbúnaðinum og livdu av tí, sum jørðin gav. Maskinurnar taka við Fyrst í 1900-talinum fóru bøndur í Evropa undir at brúka maskinur. Maskinurnar, sum vórðu riknar við olju, gjørdu nógv arbeiði, sum fólk og dýr áður høvdu gjørt. Hetta hevði við sær, at tað var ikki neyðugt longur við so nógvum fólki. Frá 1940 til 1990 minkaði talið á fólki, sum arbeiddu í landbúnaðinum, nógvastaðni niður í minni enn ein fimtapart av tí, tað var. Nógv fólk fluttu til býirnar at fáa sær arbeiði. Traktorar komu í staðin fyri oksar og ross. Nú arbeiða trý prosent av fólkinum í Norðurlondum í landbúnaðinum. Seinast í 19. øld arbeiddu umleið 75 prosent av fólkinum í Norðurlondum í landbúnaðinum. Hóast tað nú eru fáir bøndur, framleiða teir minst líka nógv, sum bøndurnir seinast í 19. øld gjørdu Handilstøð – mønustingur fyri ringrásina Tá ið bøndurnir fóru at nýta maskinur í landbúnaðinum, fóru teir eisini at brúka handilstøð (kunsttøð). Hetta var mønustingurin fyri ringrásina í landbúnaðinum. Tá tað fór at bera til at brúka handilstøð, var ikki longur neyðugt hjá bóndum at hava húsdýr, sum kundu geva honum tøð til gróðurin. Nú kundi hann keypa bílig handilstøð og í staðin leggja seg eftir at velta korn og aðra grøði. Summir bøndur hava lagt seg eftir at hava húsdýr, til dømis neyt ella svín. Í staðin fyri sjálvir at dyrka fóður, keypa teir fóður. Jarðarbrúk verða avtoftað Kappingin millum jarðarbrúkararnar ger, at prísirnir á landbúnaðarvørum lækka. Summir bøndur fylgja ikki við tøkniligu broytingini og mugu gevast. Soleiðis er eisini hjá summum bóndum, sum hava vánaligt lendi og fáa ov lítla úrtøku. Eftir eru bøndurnir, sum hava størstu víddirnar, størstu maskinurnar og flestu tøkniligu amboðini.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=