Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 8-13 Landafrøði 2 Avritssíða 8.4 Neiligar avleiðingar av broytingini Broytingin í landbúnaðinum byggir á olju sum drívmegi, heldur enn orku frá sólini. Tað eru fleiri vansar við at brúka olju. Bæði olja og handilstøð verða flutt við oljudrivnum akførum, sum dálka nærumhvørvið. Tá ið oljan verður brend, verður carbondioxid, CO 2 , latið út í luftina, og tað ger sítt til at økja um vakstrarhúsárinið. Harafturat verður oljan kanska uppi um ikki so langa tíð. Handilstøð gera tað møguligt at dyrka somu grøði á somu økrum, ár undan ári. Hetta ger tað lættari hjá skaðadýrum og ymiskum illgresi. Í nútíðar einsháttaða landbúnaðinum krevjast tí stórar nøgdir av eiturevnum, sum skaða umhvørvið. Eiturevnini gera, at nærum øll smákykt doyggja, og tað fær aftur nógvar fuglar at rýma av nútímans dyrkilendi. Áðrenn handilstøð vórðu brúkt, var neyðugt at lata lendið koma fyri seg aftur. Tað varð gjørt við at lata akrar liggja ónýttar ella dyrka aðra grøði í nøkur ár. Tá var nógv minni vandi fyri skaðadýrum og plantusjúkum. Ov nógv taðing Á stórum gørðum, sum hava húsdýr, eru nógv tøð, sum eingin brúkar. Handilstøð verða koyrd á bø og akrar í staðin fyri natúrligu tøðini undan dýrunum. Tøðini verða løgd í stórar rúgvur, og úr teimum verður nógv nitrogen, N (eitt taðingarevni). Nógv av hesum nitrogeni fer út í áir, vøtn og sjógvin, sum tí vera fyri ovtaðing. Spurningar 1. Hví fóru bøndur í Norðurlondum at nútímansgera landbú- naðin í 20. øld og ikki í 19. øld? 2. Hví verða eiturevni nýtt í landbúnaðinum? 3. Hví rennur summastaðni nitrogen út í áir, vøtn og á sjógv? 4. Hví er verða nógvir smáir bóndagarðar í Norðurlondum tiknir av? 5. Hví heldur tú, at so fáir fuglar halda til í einsháttaðum landbúnaðarøkjum?

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=