Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 8-14 Landafrøði 2 Avritssíða 8.5 Jørðin, maturin og landslagið – endurtøka 1. Summastaðni hava fólk húsdýr heldur enn at velta jørðina. Hví? 2. Um tú vart bóndi, hvar á jørðini kundi tú hugsað tær at havt ein garð? Grundgev fyri svarinum. 3. Nevn nøkur viðurskifti, sum ávirka møguleikan at hava landbúnað. 4. Hvørji sløg av grøði eru tær týdningarmestu í heiminum? Hvar verða hesi sløg velt, og hví júst har? 5. Greið frá, hvussu landbúnaður fer fram í sambandi við sviðbrúk, vakstrarskifti og velting við haka, rísvelting og gróðrarlundir. 6. Hvussu kunnu fólk gera tað møguligt at hava landbúnað í einum turrum øki? 7. Nóg mikið av mati verður framleiddur í verðini til, at øll menniskju kunnu fáa mettuna hvønn dag. Kortini eru hun- gur og mattrot gerandiskostur hjá milliónum av fólki kring heimin. Hví er tað soleiðis? 8. Nevn trý dømi um, hvussu landbúnaður kann ávirka umhvørvið. 9. Hvussu ber tað til, at føroyskir matvøruhandlar kunnu selja vørur úr øllum heraðshornum?
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=