Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 8-15 Landafrøði 2 Avritssíða 8.6 Jørðin, matur og landslagið - Hugdýping 1. Ber saman landbúnað fyrr og nú. Hvørja niðurstøðu kemur tú til? 2. Hvussu ber tað til, at tað er so torført at velta nakað í økjum við tropiskum regnskógi? Eftirsum regnskógurin veksur so væl, kundi tað hugsast, at tað var beint øvut. 3. Hugsa tær, at tú ert liðug/ur á landbúnaðarskúla og leitar eftir einum garði, har tú kanst fara undir lønandi landbú- nað. Garðurin skal vera onkustaðni í Føroyum, men hvar? Hví skal hann vera júst har? Hvørjar arbeiðshættir skalt tú brúka fyri at røkja garðin? Hvørji húsdýr skalt tú hava, og hvat skalt tú velta? 4. Nógvastaðni eru ikki tær røttu fortreytirnar fyri at hava landbúnað. Hvat kunnu fólk gera fyri at fáa betri umstøður- nar at dyrka jørðina? 5. Hví eru so fá í USA, sum arbeiða í landbúnaðinum, saman- borið við India? 6. Ber saman vakstrarskifti og velting við haka og at velta rís . Hvat líkist, og hvørjir munir eru? 7. Hugsa tær, at kaffigrøðin miseydnast í Uganda og øðrum londum í Afrika. Hvussu hevði tað ávirkað kaffiprísin á heimsmarknaðinum? Hvussu verður Uganda rakt, tá ið grøðin miseydnast? Eru onnur lond, sum kunnu fáa vinning burtur úr av hesum? Um so er, hvørji og hví? 8. Í ES-londunum verður nógv meiri matur framleiddur, enn tørvur er á í hesum londum. Hvussu kann hetta ávirka onnur lond í heiminum, har landbúnaður er ein týðandi inntøkukelda? 9. Greið frá orsøkunum, at oyðimerkur vaksa, at jørðin verður pínd ella ovtaðað. Hví reka fólk landbúnað á ein hátt, sum skaðar umhvørvið? 10. Út frá tí, sum tú veitst um landbúnað, skalt tú meta um, um dyrkilendini í hesum londum eru góð ella vánalig: Í Noregi, India, Sibiria, Íslandi, Ukraina og Egyptalandi. Grundgev fyri svarinum.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=