Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 9-1 Landafrøði 2 Býir Triði partur í Landafrøði 2 viðger hesi evni: • Hví eru býir har, sum teir eru • Hvat fer fram í býum • Býargerð - býirnir vaksa Uppgávurnar í hesum kapitli eru nógv grundaðar á at loysa trupulleikar. Næmingarnir fáa millum annað møguleika at læra seg at bera saman og taka avgerðir, síggja orsakir og avleiðingar, grundgeva og gera egnar niðurstøður. Endam ál Parturin hevur trý høvuðsmál: • Næmingarnir skulu fáa eina fatan av tí fjølbroytta virksemi, sum fer fram í býum. • Tey skulu fáa innlit í, hvørji viðurskifti avgera, hvar býir verða grundaðir. • Tey skulu kunna seg um orsakir til býargerð og avleiðingar av henni. Í 20. øld og fyrst í 21. øld eru býirnir vorðnir alt fleiri og størri. Viðvíkjandi bústaði og búseting í heiminum eru stórar bygnaðarbroytingar farnar fram og gera tað framvegis. Fleiri og fleiri fólk búgva í býum við øllum tí, sum tað ber í sær. Tað er tí týdningarmikið, at næmingarnir fáa kunnleika um býin sum fyribrigdi. Fakligir førleikar - vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • dugir at nevna nøkur avgerandi viðurskifti fyri, hvar ein býur verður bygdur • velur nakrar býir og greiðir frá, hví teir eru júst har • dugir at nevna dømi um ymiskt virksemi í býum • dugir at greiða frá í stuttum um orsakir til og avleiðingar av býargerð • dugir at nevna dømi um stórbýir og vísa á nakrar fyrimunir og vansar við at búgva har. HEIMASÍÐUR Hagstova Føroya: www.hagstova.fo www.kortal.fo (Føroya DátuSavn P/F) 9

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=