Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 9-2 Landafrøði 2 Arbeiðsgongd Uppskot til innleiðslu Legg fyri við at lata næmingarnir skriva orð ella fyribrigdi, sum teir hugsa um, tá ið teir hoyra hugtakið býur . Skriva hugskotini á talvuna og royn at finna fram til eina felags niðurstøðu um, hvat ein býur er. Eisini er gott at lata næmingarnar gera sær greitt, hvørjir fyrimunir og vansar eru við at búgva í býum. Takið samanum við at seta hetta upp, sum víst niðanfyri. Fyrimunir við býum Vansar við býum __________________ _____________________ __________________ _____________________ At grundleggja ein bý – bólkaarbeiði Aftan á innleiðsluna er gott hjá næmingunum at lesa partin Hví eru býir har, sum teir eru? á bls. 54 í bókini. Tað er neyðugt, at næmingarnir hava ávísa vitan at loysa uppgávuna niðanfyri. Í uppgávuni skulu næmingarnir byggja ein bý. Ætlanin er, at tey skulu hugsa um, hvussu ein býur er vorðin til, og um virksemið í býnum. Tey skulu fáa innlit í torføru uppgávuna at fáast við býarætlanir. Být flokkin í bólkar við umleið trimum í hvørjum. Legg fyri við avritssíðuni At grunda ein bý . Næmingarnir kunnu gera uppgávuna meir ella minni nágreiniliga, alt eftir, hvussu nógva tíð teir hava, hvussu hugaðir teir eru, og hvussu búnir næmingarnir eru. Næmingarnir kunnu annaðhvørt loysa uppgávuna við teirri vitan, teir longu hava, ella teir kunnu fáa tíð og møguleika at gera eitt sindur størri granskingararbeiði. At vitja kommunuskrivstovuna kann verða til góða nyttu. Har fáa næmingarnir at vita um broytingar í egnum býi/bygd. Uppgávan kann verða loyst í trimum stigum: 1. Næmingarnir greiða frá, hvar býurin er, hvussu hann sær út, og hvussu hann er. 2. Tey greiða frá, hví býurin er grundaður á einum ávísum staði, og hví hann er skipaður soleiðis, sum bólkurin hevur gjørt av. 3. Bólkurin hevur framløgu, har greitt verður frá um tann hugsaða býin. Landafrøði 2, bls. 54 Avritsíða 9.1
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=