Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 9-3 Landafrøði 2 Hvat fer fram í býum Næmingarnir kunnu leggja fyri við at lesa í bókini um fjølbroytta virksemið í býum. Lat tey síðan arbeiða við uppgávunum á avritssíðuni Hvat fer fram í býnum? Hvør næmingur skal velja eitt av hesum evnum: • Býurin sum handilsstaður • Býurin sum umsitingarligur miðdepil • Býurin sum mentanarligur miðdepil • Býurin sum átrúnaðarligur miðdepil • Býurin sum ídnaðardepil. Næmingarnir skulu greiða frá tí, sum serliga eyðkennir hvørt av hesum sløgunum av býum. Hvør næmingur skal harumframt velja ein bý av “sínum” slag og greiða frá honum. Tað ber sjálvandi til at velja ein bý, sum næmingurin hevur serligan áhuga fyri. Næmingarnir kunnu leggja fram munnliga í flokkinum. Tað ber eisini til at seta bólkar saman, so at eitt umboð er fyri hvørt slag av býum, har hvør sigur hinum í bólkinum frá “sínum” býarslagi og býi. Býargerð – býirnir vaksa Legg fyri við at allýsa hugtakið býargerð . Býargerð ber í sær, at fólk flyta av bygd til bý. Á bls. 22 í bókini, í partinum Heimsins fólk, hoyra vit fyrstu ferð um fyribrigdið. Stigið av býargerð sigur, hvussu stórur partur av fólkinum býr í býum. Á bls. 22 eru tveir listar yvir lond við lægsta og hægsta stigi av býargerð. Hesir spurningar kunnu verða brúktir til at byrja áhugavert kjak: -- Hvørjir heimspartar hava hægsta stig av býargerð? -- Hvar er tað lægsta? -- Hví er tað soleiðis? Tað munnu vera nógvir næmingar, sum ikki vita, hvar londini, sum eru nevnd á bls. 22, eru. Er veggjakort í skúlastovuni, kanst tú draga tað niður, ella vís eitt heimskort á samvirknu talvuni. Enn ber bara til hjá næmingunum at finna orsakir til býargerð út frá tí, teir kunnu hugsa sær til, men tað kann vera eitt áhugavert støði at byggja víðari á. Áðrenn tit fara at viðgera orsakir og avleiðingar, kunnu tit hyggja at myndunum á bls. 64 og á bls. 67. -- Myndin á bls. 64 sigur nógv. Hvat sigur hon? -- Hvat hugsa næmingarnir, tá ið teir síggja myndina á bls. 67? -- Hví er bygt so tætt? Landafrøði 2, bls. 56-63 Avritsíða 9.2 Landafrøði 2, bls. 64-68 Avritsíða 9.3
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=