Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 2-6 Landafrøði 1–3 kunnleiki og námsfrøði framtíðarspurningar, til dømis umhvørvismál, mugu teir duga at meta um avleiðingar. Ein máti at læra hetta er at nýta ein greiningarfrymil. Við honum ber til at velja eitt avmarkað øki ella fyribrigdi at arbeiða við og so statt gera tað lættari at skilja. Við at nýta frymlar í frálæruni ber til yvirskipað at taka saman um og greina ávís evni. Teir vísa heildir, og hvussu fyribrigdi hanga saman. Hesin greiningarfrymilin er eisini at finna í avritssíðu 13.20 Tað ber eisini til hjá næmingunum at nýta greiningarfrymilin, tá ið teir lesa tekstir. Í kassan Trupulleiki skrivar næmingurin evnið, sum skal verða greinað. Í kassan Orsakir skrivar hann frágreiðingar um, hví ella hvussu trupulleikin er íkomin. Undir Avleiðingar skrivar hann avleiðingar av trupulleikanum. Undir Tiltøk verður skrivað, hvørjir møguleikar eru at loysa trupulleikan. Hvønn veg pílarnir frá Tiltøkum skulu peika, veldst um, hvør trupulleikin er. Er hann til dømis jarðskjálvti, so ber ikki til at gera nakað við orsøkina. Førleikin at greina gevur ofta næmingunum størri álit á síni egnu evni at lesa og ogna sær vitan. Tey fáa eitt amboð, sum tey sjálv kunnu brúka til at fáa skil á ta ørgrynnu av smálutum og fyribrigdum, sum verðin er full av. At samanbera og at gera niðurstøður Hesin førleikin snýr seg um at síggja munir og líkleikar, fyrimunir og vansar. Tær ymisku náttúrulandafrøðiligu ogmentanarlandafrøðiligu fortreytirnar elva til stórt margfeldi. Tað er gott, um næmingarnir læra seg at leita eftir samanberingum, tí kunnleiki til onnur viðurskifti kunnu føra til innlit í egna mentan og lívskor. At duga at bera saman er gott grundarlag undir at læra at hugsa sjálvstøðugt. Í framtíðini mugu næmingarnir taka støðu til ymsar valmøguleikar, til dømis viðvíkjandi umhvørvismálum, hvussu tilfeingið skal verða nýtt og mátanum at liva. Tað hevur alstóran týdning at duga at taka støðu, og til tess er tað gott at duga at Orsakir Trupulleiki Avleiðingar Tiltøk
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=