Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 9-4 Landafrøði 2 Býargerð – orsakir og avleiðingar Legg fyri við at lata næmingarnir lesa Býargerð – býirnir vaksa , bls. 64-68 í bókini. Lat tey síðan arbeiða við uppgávuni á avritssíðuni Býargerð – orsakir og avleiðingar. Greiningarfrymilin, sum verður vístur á avritssíðuni, er góður at brúka at greiða orsakir og avleiðingar av býargerð. Tað ber til at leggja meira aftur at uppgávuni, so hon fevnir víðari, men tað krevur eyka tilfar. Framløgan kann vera munnlig fyri einum floksfelaga, ella vera ein framseting. Av bygd til bý Tá ið næmingarnir eru lidnir við uppgávuna omanfyri, er gott, um teir fáa høvi at brúka sumt av tí, teir hava lært, við at arbeiða við avritssíðuni Av bygd til bý. Taðber eisini til at finna samsvarandi tøl fyri onkrabygdogbera saman. Gott at minna næmingarnar á at nýta hugtøk sum: býargerð, fólkavøkstur, fiskivinna, broyttar umstøður í landbúnaði, ídnaðargerð. Orsakir til býargerð Ídnaðargerð Søguliga sæð er ein tann týdningarmesta orsøkin til býargerð tann tøkniliga menningin í landbúnaðinum saman við vaksandi ídnaði í býarøkjum. Økt nýtsla av maskinum í landbúnaðinum elvdi til, at nógv fólk á bygd mistu arbeiði. Tey arbeiðsleysu fluttu til býirnar, tí støðugt vaksandi ídnaðinum har tørvaði arbeiðsmegi. Úrslitið av hesum varð, at bygdirnar so líðandi vórðu avtoftaðar, samstundis sum býirnir mentust. Hetta er vanlig gongd í ídnaðarlondunum í vesturheiminum. Býargerð í fátækum londum Fólkavøksturin í býunum í teimum fátæku londunum kemur vanliga ikki av, at býirnir hava ov mikið av arbeiðsplássum. Heldur eru tað vánaligar umstøður á bygd, sum noyða fólk at flyta til býirnar. Býirnir eru fyri mong tann síðsta vónin um sømilig lívskor.Men tíverri bíðar ofta eitt lív við arbeiðsloysi minst einum fjórðingi av arbeiðsførum fólkum, sum flyta til býirnar. Meginparturin av teimum, sum flyta til býin, eru ung fólk, sum hava eitt sindur av útbúgving. Tað vanliga er, at fyrst flytur ein úr familjuni, seinni flyta familja, vinir og grannar. Kanningar hava víst, at avgerðin Avritsíða 9.4
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=