Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 9-5 Landafrøði 2 at flyta gerst lættari, um skyldfólk ella vinir frammanundan búgva í býnum. At gerast býarmenniskja hevur við sær, at lívsstílurin broytist, og somuleiðis broytist eisini hugburðurin. Møguleikar og vandamál í býum Í stórbýum er hópur av ymiskum tiltøkum. Hugskot, tænastur og vørur verða flutt aftur og fram, og tað hevur ofta vælferð og framburð við sær. Pinkubarnadeyðin er lægri í býunum. Færri barnakonur doyggja. Lestrarmøguleikarnir eru vanliga góðir, og miðal lívsævin er høg. Alt ov skjót býargerð kann tó elva til stór vandamál. Skjótt vaksandi fólkaflytingin til býin leggur til dømis stórt trýst á undirstøðukervið. At menna undirstøðukervið við nútíðar undirgrundarbreytum og vegum er ógvuliga kostnaðarmikið. Í býum í fátækum londum eru vatnveitingar og frárensl ofta ov vánalig, og mangan er torført at fáa nóg mikið av vatni. Í nógvum býum, til dømis Delhi, Dhaka og Karachi er neyðugt at skamta vatnið, so tað bara fæst nakrar fáar tímar um samdøgrið. Í vaksandi býunum er luftdálkingin eisini ein plága. Útlátið frá bilferðsluni og ídnaðinum gera, at luftin verður skitin. Nógv fólk í stórbýum eru vorðin sjúk av dálkaðu luftini. Kolkata (Calcutta), Meksikobýur, Bangkok, Los Angeles, Róm og Jakarta eru dømi um býir, sum hava stórar trupulleikar av illa dálkaðari luft. Trot á íbúðum og fátækrabýlingar eru vanlig fyribrigdi í býum, sum vaksa skjótt. Bústaðabyggingin klárar ikki at fylgja við vaksandi tilflytingini. Nýggjar íbúðir eru ofta so dýrar, at fá hava ráð at búgva í teimum. Í stórbýum í fátækum londum vaksa fátækrabýlingar, har fólk búgva ófatiliga tætt. Húsini eru mangan bygd uttan loyvi frá grundeigarum og myndugleikum. Ofta er einki vatn, el, frárensl, eingin ruskinnsavnan og eingi gøtuljós. Ein býur í broyting Síðurnar um Dubai kunnu verða brúktar sum grundarlag undir orðaskifti: -- Er tað skynsamt at byggja heimsins longstu innandura skíðibrekku í Dubai, ella er tað oyðsl av tilfeingi? -- Nógv rík fólk – m.a. amerikanskir sjónleikarar – hava keypt manngjørdar oyggjar úti fyri Dubai. Er hetta skilagóð íløga hjá Dubai, ella kann hon gerast ein fíggjarligur smeitur? -- Hví - halda tit -, at heimsins hægsti bygningur er bygdur í Dubai?

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=