Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 9-6 Landafrøði 2 Avritssíða 9.1 At grunda ein bý Arbeiðið við uppgávuni í bólkum við um leið trimum næmingum í hvørjum. Hugsið tykkum, at tit skulu byggja ein bý frá grundini. 1. Nýtið hesar spurningar og upplýsingar: • Hvar grunda tit býin; tað vil siga í hvørjum slag av øki? Hví júst har? • Hvussu skal býurin vera? Hvørjir bygningar og vegir skulu vera í býnum? Skal miðbýur, parkeringspláss og fríøki vera har? Um ja, hvar í býnum skal hetta so vera? 2. Tá ið tit hava lagt eina ætlan, gera tit tekning av býnum. Brúkið støddarmát. Minnist at gera teknlýsing. • Hvussu skulu orkuveiting og vatnveiting verða gjørdar? • Hvar skal almenna tænastan vera, til dømis skúlar, sjúkrahús, barnagarðar og ellisheim? Hvussu stórir skulu stovnarnir vera, á leið, hvussu nógvir læknar, lærarar og námsfrøðingar skulu vera? Hvussu nógv røktarstarvsfólk skulu vera? Hvussu nógvir skúlar, barnagarðar, ellisheim og sjúkrahús skulu vera? • Hvørjir handlar eiga at vera í býnum, og hvar skulu teir vera? • Hvat skal fólkið takast við, og hvar skulu arbeiðsplássini vera? • Hvar skal reinsiverkið í býnum vera? Hví har? Stutt um býin Fólkatal: 50.000 Stødd: 25 km² Aldursbýtið: upp í 4 ár: 5,9% 5-19 ár: 18,5% 20-24 ár: 6,2% 25-64 ár: 52% 65-79 ár: 12,7% 80 ár og eldri: 4,7% Læknar: ein lækni til hvørji 331 fólk Lærarar: ein lærari til hvørjar 12 næmingar Fólkið býtt í ymsar vinnur: 27 000 fólk arbeiða soleiðis: Ídnaður 33% Almennar tænastur 38% Handil og samferðsla 29%
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=