Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 9-7 Landafrøði 2 Avritssíða 9.2 Hvat fer fram í býum 1. Býir kunnu hava ymiskt virksemi. Niðanfyri eru dømi um ymisk sløg av býum. Vel eitt slag av býum og greið frá, hvat eyðkennir júst hetta slagið. Tú kanst brúka bls.56-63 í bókini, og tað ber eisini til at brúka handbøkur og internetið: • Býurin sum handilsstaður • Býurin sum umsitingarligur miðdepil • Býurin sum mentanarligur miðdepil • Býurin sum átrúnaðarligur miðdepil • Býurin sum ídnaðardepil. 2. Vel ein bý í Føroyum ella í onkrum øðrum landi, sum hóskar í tann bólkin av býum, tú hevur valt. Greið frá um býin. 3. Legg fram munnliga fyri flokkinum, ella tit kunnu skipa bólkar við einum umboð fyri hvørt slag av býum, sum leg- gja fram fyri hvørjum øðrum. Øll í bólkinum eiga at sleppa at leggja fram.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=