Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 9-11 Landafrøði 2 Avritssíða 9.6 Býir - Hugdýping 1. Vel tær ein stórbý og greið frá honum, so væl tú kanst. Niðanfyri eru nakrir spurningar, sum tú kanst hava í huga. Brúka handbøkur, atlas, internetið og annað tilfar. • Greið frá, hvar býurin er og royn at greiða frá, hví hann er grundaður júst har • Hvussu gamal er býurin? • Greið frá, hvussu býurin so líðandi er broyttur • Hvat virksemi er í býnum? • Hvussu er býurin bygdur? • Hvussu eru byggihátturin og vegakervið? • Hvussu nógv fólk búgva í býnum? • Eru nakrir umhvørvistrupulleikar? Um ja, hvørjir? 2. Hugsa tær, at tú býrt á bygd í einum fátækum landi. Tú hevur gjørt av at flyta til ein stórbý, sum er um leið 200km frá heimbygdini. Hví flytur tú? Greið frá, hvussu tað var at koma til býin. Hvussu býrt tú? Hvussu kennist tað at flyta úr heimbygdini til býin? 3. Finn teir 15 býirnar í heiminum, sum hava størst fólkatal. Skipa teir eftir stødd. Gev tær far um, hvar teir eru. Hvørja niðurstøðu kanst tú gera út frá staðnum, har býirnir eru? 4. Hygg at einum korti yvir Tórshavn ella heimbýin ella heim- bygdina. Kanna býlingar og býarpartar og hvussu vegirnir eru skipaðir. Royn at greiða frá, hví býlingar og býarpartar síggja út, sum teir gera. 5. Suffía í Gørðum er 20 ár og býr í eini lítlari føroyskari bygd. Um nakrar vikur ætlar hon at flyta til Havnar. Hví heldur tú, at hon tekur hesa avgerð? Hannis í Líðini er bygdaráðsformaður í lítlari bygd. Tá ið hann sær tey ungu í bygdini flyta, gerst hann ørkymlaður um framtíðina. Hví heldur tú, at hann er ørkymlaður? Brúka hugtakið býargerð, tá tú svarar hesum. Kort yvir býir og bygdir eru at finna á www.kortal.fo Í telefonbókini eru kort yvir býirnar og tær størstu bygdirnar í Føroyum.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=