Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 10-1 Landafrøði 2 Vinnulívið í heiminum Fjórði partur í Landalæru 2 viðger hetsi evni: • Ídnaðarmenning • Fortreytir fyri vinnulívi, so sum arbeiðsmegi, rávørur, orka, flutningur og handil • Ymsar ídnaðargreinir Læraravegleiðingin gevur næmingunummøguleika at arbeiða við at stigskipa hugtøk, at síggja orsakir og avleiðingar, samband og heildir, at kjakast og at taka egnar avgerðir. Hon gevur eisini møguleika fyri orðaskifti, at lýsa málið úr fleiri sjónarhornum og at seta spurningar úr einum søguligum sjónarhorni. Endam ál At skilja almennu fortreytirnar fyri, at ídnaður tekur seg upp Fortreytir fyri, at ídnaður kann taka seg upp, erum.a. tøk arbeiðsmegi, fígging, orka, rávørur og flutningur. At skilja fortreytirnar fyri ávísum ídnaði Hví eru t.d. stálídnaðurin og heilivágsídnaðurin har, sum teir eru? At fáa innlit í, hvussu ídnaðargerðin ávirkar samfeløg, fólk og náttúru Ídnaðargerðin hevur djúptøkna ávirkan á lívið hjá menniskjum, m.a. tá ið tað snýr seg um fólkavøkstur og fólkaflyting, arbeiðsviðurskifti og lívskor, samskiftismøguleikar, nýtslu av tilfeingi og áskoðan á náttúruna. Viðgerð av ídnaðargerðini úr einum søguligum sjónarhorni eigur so vítt, sum til ber, at vera við í frálæruni, tí tað hjálpir næmingunum at skilja, hví heimurin og samfelagið, har tey búgva, síggja út, sum tey gera. Tí tekur bókin ofta hetta sjónarhornið fram. BÓKMENTIR Heimssøga frá 1700-1900, 3. partur, bls. 48-71. Nám 2012 Petur Ove Petersen: Ídnaður, handverks- og byggivinna. Føroya Skúlabókagrunnur 1997 Jens Peter Møller: Mentan og umhvørvi. Føroya Skúlabókagrunnur 1996 Petur Ove Petersen: Vinnubýti. Føroya Skúlabókagrunnur 1997 HEIMASÍÐUR Hagstova Føroya: www.hagstova.fo 10

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=