Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 10-2 Landafrøði 2 Førleikamál – uppskot Uppskot til førleikamál. Næmingurin: • dugir at greiða frá hugtøkunum ídnaður og vinnulív • veit um fortreytirnar fyri, at ídnaður tekur seg upp • dugir at lýsa, hvussu flutningur gjøgnum tíðina hevur ment seg, og at vísa á dømi um avleiðingar av hesi menning • dugir at nevna dømi um nakrar týdningarmiklar handilsvørur • dugir at greiða frá, hvussu handil er íkomin, og hvørjar avleiðingar hann hevur havt við sær • dugir at greiða frá, hví ymsir ídnaðir eru í ávísum økjum • dugir at nevna dømi um ymsar ídnaðargreinir • veit um ymsar vinnugeirar, sum fólk kunnu arbeiða í • dugir at lýsa, hvussu lutfallið millum tal á fólkum í Føroyum, sum arbeiða í hvørjum vinnugeira, er broytt seinastu 170 árini, og dugir á einfaldan hátt at greiða frá, hví hendan broytingin er farin fram. Arbeiðsgongd Fortreytir hjá vinnulívinum Uppskot til innleiðslu Legg fyri við at tekna eina einfaldamynd av einumverksmiðjubygningi á talvuna og set spurningin: -- Hugsa tær, at tú skalt tilvirka eina vøru, til dømis innbúgv. Hvat er neyðugt fyri at fara í gongd? Být næmingarnar í bólkar við trimum í hvørjum og lat teir grunda yvir spurningin. Síðan kann hvør bólkur í stuttum leggja fram fyri flokkinum. Tak saman um hugskotini hjá bólkunum við at gera hugarok, sum líkist myndini høgrumegin. Broyt orðavalið hjá næmingunum til almennari hugtøk við teirri grundgeving, at tað er gott at læra seg hugtøkini, tí tey verða so nógv brúkt. (Dømi: Siga næmingarnir “pengar”, skriva so “kapitalur” á talvuna.) At enda er gott at allýsa hugtøkini ídnaður og vinnulív . Orka verður viðgjørd í næsta parti. Landafrøði 2, bls. 74-85 Avritssíða 10.1 Verksmiðja Flutningur Hugskot: at framleiða innbúgv Rávørur (træ, stál, leður, toy o.s.fr.) Arbeiðsmegi (snikkarar, seymikonur o.s.fr.) Kapitalur Tøkni (maskinur, amboð) Orka Marknaður (tað vil siga onkur at keypa framleiðsluna)

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=