Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 2-7 Landafrøði 1–3 kunnleiki og námsfrøði viga fyrimunir og vansar móti hvørjum øðrum í teimum ymsu valmøguleikunum. Líkasæla er ein tann størsta hóttanin móti fólkaræði og menning. At síggja úr ymsum sjónarhornum Her ræður um at duga at seta seg inn í sjónarhorn hjá øðrum. Tað ger tað lættari at skilja, at onnur menniskju liva og virka øðrvísi. Tað ber ikki til at meta um onnur menniskju, uttan at hava í huga tíðina, tey liva í, ella tað sosiala og landafrøðiliga umhvørvið. Hesin førleiki kann verða mentur við, at næmingarnir læra seg at greiða frá einumhvørjum úr sjónarhorninum hjá øðrum. At granska lívskorini hjá fátækum fólkum í triðja heiminum ella hjá teimum ognarleysu her á landi fyri tveyhundrað árum síðan kann hjálpa næmingunum at virðismeta síni egnu viðurskifti. Arbeiðið við at síggja úr ymsum sjónarhornum stimbrar eini kensluligari búning. Kritisk hugsan úr søguligum sjónarhorni At hava tey søguligu sjónarhornini við í landafrøðini hjálpir næmingunum at menna ein kritiskan hugsanarhátt. Áskoðanir broytast við tíðini, til dømis um, hvussu tilfeingi verður nýtt og býtt, og um umhvørvi. Skulu næmingarnir duga at meta um framtíðar valmøguleikar, mugu teir hava neyðugan søguligan forkunnleika. Fyrst og fremst mugu tey hava høvi at læra av mistøkunum hjá undanfarnum ættarliðum. Í Landafrøði 1-3 verða tær søguligu fortreytirnar viðgjørdar, og tað er ein stórur fyrimunur at arbeiða tvørgreinaliga saman við lærugreinini søgu. 3. Førleikar Finna, skipa og meta um upplýsingar Førleikin at finna og skipa upplýsingar hevur stóran týdning í dagsins samfelag, har nøgdin av kunning er óavmarkað. Tað er ofta torført hjá næmingunum at velja og skipa ta kunning, sum er viðkomandi fyri tað, sum teir skulu arbeiða við. Lærarin eigur at leiðbeina næmingarnar, meðan tey sjálv leita eftir upplýsingum og læra at goyma tað, sum er viðkomandi, og at vraka tað, sum er óviðkomandi í sambandi við tað, sum tey arbeiða við. Tað ræður eisini um, at næmingarnir læra at meta um tær upplýsingar, sum tey finna. Tað er ikki so lætt, tí tað krevur, at tú longu veitst nógv um evnið. Kortini eiga næmingarnir at fáa høvi at royna seg í hesum. Tað ber væl til at fara undir at læra næmingar á hesum aldursstigi einfaldan keldukritikk við at royna at hava spurningar sum hesar í huga:

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=