Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 10-3 Landafrøði 2 Rávørur (náttúrutilfeingi) Rávøra kann verða lýst sum ein vøra, ið er fingin úr náttúruni, men ikki er evnað til. Næmingarnir kunnu hyggja í avritssíðuna Frá rávøru til lidna vøru at skipa vitan sína betur . Næmingarnir kunnu eisini arbeiða við avritssíðuni Hvørji lond framleiða mest. Uppgávan venur næmingarnar at leita eftir upplýsingum, skipa tær, bera saman og gera niðurstøður. Arbeiðsmegi Á bls. 74 í bókini verður greitt frá, hvussu Ongland gjørdist fyrsta ídnaðarland í heiminum. Men sosiali og menniskjaligi kostnaðurin var stórur. Fólk noyddust at arbeiða undir vandamiklum viðurskiftum. Óhapp í námum og skaðar av maskinum hendu ofta. Fólk arbeiddu yvir evni: um leið 16 tímar um samdøgrið, seks dagar um vikuna. Tað var eisini vanligt, at børn arbeiddu. Í The Factory Act frá 1819 var ætlanin at lóggeva, so børn í Onglandi undir níggju ára aldur ikki kundu verða sett í arbeiði, og at børn millum níggju og sekstan ár einans skuldu arbeiða tólv tímar um dagin. Tað var tó ikki óvanligt, at børn í fimm-seks ára aldri arbeiddu fjúrtan-fimtan tímar um samdøgrið. Við hesum í huga kunnu næmingarnir fáa sum uppgávu at greina arbeiðsviðurskiftini hjá fólki/børnum í triðja heiminum. Lat næmingarnar orða nakrar einfaldar spurningar um arbeiðsviðurskiftini – arbeiðstíð, løn, vandar og annað – og lat teir leita á internetinum. Næmingarnir kunnu síðan við at spyrja foreldur síni bera saman, hvussu teirra arbeiðsviðurskifti eru í mun til arbeiðsviðurskiftini í triðja heiminum. Ein onnur áskoðan á arbeiðsmegi – sæð úr einum øðrum sjónarhorni (hjá arbeiðsgevaranum) – er at seta spurningar um fyritøkuna. Kanska hava summir næmingar ta fatan, at virkisleiðarar eru óðir eftir vinningi og bara royna at fáa summest burtur úr arbeiðsmegini. Men ein fyritøka má vinna pening, um hon skal hóra undan. Ger hon ikki tað, verða fólk søgd úr starvi. Yvirskot krevst eisini, so fyritøkan kann gera nýggjar íløgur. Flutningur Flutningur við sínum fyrimunum og vansum er eisini eitt gott evni at viðgera, tá talan er um at seta spurnartekin við gongdina og at gera metingar úr ymsum sjónarhornum. Í sambandi við, at flutningsmøguleikarnir eru batnaðir, eru vørur vorðnar bíligari og fjølbroyttari. Vit hava fingið størri rásarúm, men hetta hevur eisini eina skuggasíðu. Minn næmingarnar á uppgávuna Leiðin hjá matinum á døgurðaborðið og til dømis bls. 51 í bókini. Skulu vit kunna keypa súrepli úr Nýsælandi? Hvussu ávirkar heimshandilin alheims upphitingina? Er heimshandilin ikki við til at varðveita friðin? Avritssíða 10.1 Avritssíða 10.2 Avritssíða 8.1
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=