Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 10-4 Landafrøði 2 Ein amerikonsk kanning vísir, at fyri hvønn nýggjan bil, sum verður seldur, verða um leið 700 m² av lendi brúktir til vegir og parkeringspláss. Hvussu stórur partur av nærumhvørvinum hjá næmingunum er undir asfalti? Er tað hetta, vit vilja hava? Er tað menniskjarættur at eiga bil? Hví gera bilasølurnar lýsingarátøk við myndum av bilum í vøkrum umhvørvi – tá bileigarin líka ofta man vera staddur í einum ferðsluproppi? Samstundis skapar bilídnaðurin nógv arbeiðspláss – og persónligt frælsi. Skulu brúkararnir ikki kunna keypa sær ein bil, um teir vilja? Flogførini eru eisini umhvørvissyndarar. Fyri hvønn km, hvørt ferðafólk ferðast, er útlátið av CO 2 frá flogførummunandi hægri enn frá øðrummátum at ferðast, so sum við bili, toki og skipi. Samstundis hevur hvørt tons av útláti frá flogførum størri skaðilig árin, av tí at onnur evni verða latin út saman við CO 2 , og tí at útlátið fer fram so høgt uppi (í kulda), at tað elvir til fleiri skýggj, sum aftur økja um vakstrarhúsárinið. Mett verður, at um leið 3% av øllum CO 2 -útláti stava frá flogferðslu. Spurnartekin kann verða sett við, um tað er rímiligt, at til dømis norðurlendingar flúgva til Tailands at halda frí, tá hugsað verður um, at CO 2 -útlátið av hesum er so stórt. Eisini kann vera nomið við, hvat kann gerast at viga upp ímóti útlátinum frá flogførum. Hjá summum flogfeløgum ber til at rokna út, hvussu stórt CO 2 -útlátið er fyri ferðina, sum tey ætla sær, og so kunnu tey ferðandi velja at lata eina samsvarandi upphædd til menning av varandi orkukeldum. Á bls. 96 í bókini kunnu tit lesa um árin av handli og flutningi, sæð úr einumorkusjónarmiði og umhvørvissjónarmiði: Einar kovboybuksur – ellivu lond. Handil (Marknaður) Í miðøldini skuldu handilsmenninir ofta gjalda skatt fyri at sleppa inn í býin at selja vørur sínar. Undir ídnaðarkollveltingini vildu verksmiðjueigararnir hava tollin tiknan av, tí tollurin dýrkaði vørurnar. Eitt endamál við at virka vørurnar á verksmiðjum er jú, at tá ber til at framleiða í stórum nøgdum, sum ger, at prísurin fyri hvørja vøru verður lægri. Lond kunnu eisini leggja toll á innfluttar vørur, og tá er tað fyri at verja egna framleiðslu. Um tær útlendsku vørurnar eru bíligari enn tær, sum verða virkaðar í heimlandinum, er vandi fyri, at heimaídnaðurin fer á heysin. Hesin tollur verður nevndur verjutollur , og skipanin við verjutolli kallast protektionisma . Tað øvuta er fríhandil. Tá skal eingin forðing vera fyri handli. Handilin inni í einum landi kann verða nevndur fríhandil, men vanliga hugsa vit tá um handil landanna millum. ES var stovnað sum fríhandilsøki í Evropa. Eingin tollur skuldi vera á vørum og tænastum. Heimshandilsfelagsskapurin (WTO) hevur millum annað sum endamál at royna at fáa øktan fríhandil í

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=