Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 10-5 Landafrøði 2 heiminum. Evnið verður viðgjørt nærri í seinasta parti, Landafrøði og politikkur, men hugtøkini verjutollur og fríhandil kunnu verða tikin upp beinanvegin. Ymiskar ídnaðargreinir Vinnulív er ikki bara ídnaður. Vit kunnu allýsa vinnulívið sum ein samandrátt av øllum fíggjarligum virksemi. Fyri at koma víðari kunnu tit í felag gera eina stigskipan av hugtøkum, sum líkist tí niðanfyri. Lærarin kann byrja við at skriva í nakrar kassar og síðan lata næmingarnar arbeiða víðari við stigskipanini. Teir kunnu brúka bls. 86-95. Skipanin er sjálvandi ikki fullfíggjað, og haraftrat eru nøkur ivamál. Tað er ikki altíð lætt at síggja, hvørji hugtøk eru yvirskipað, og tað ovasta er kanska ikki neyðugt at taka við. Tað týdningarmesta er, at næmingarnir læra seg at skipa vitan sína, so teir kunnu brúka hóskandi hugtøk. Hví er ídnaðurin har, sum hann er Eitt áhugavert sjónarhorn viðvíkjandi ídnaðinum er at kanna, hví ídnaðurin er júst har, sum hann er. Tað fær næmingarnar at skilja umhvørvið betur og ger teir eisini betur varugar við orsakir og avleiðingar av ídnaði. Í hesum arbeiði liggur væl fyri at brúka avritssíðuna Hví er ídnaðurin har, sum hann er? Í bókini kunnu næmingarnir lesa um ymsar ídnaðir og fortreytir teirra. Tey kunnu eisini gera sær niðurstøður við at bera saman ymisk evniskort í atlasinum. Tað ræður um, at næmingarnir grundgeva fyri uppskotunum so væl, sum til ber. Niðanfyri eru nøkur uppskot til hugsaðar loysnir, tá tað snýr seg um uppgávuna í avritssíðuni. Landafrøði 2, bls. 86-95 Avritssíða 10.3 Vinnulív Tænastur Framsleiðslu- íðnaður Handil og utningur Byggiídnaður Evnafrøðiligur ídnaður Metalídnaður Filmsídnaður Tónleika- ídnaður Landbúnaður Fiskivinna Orka Nýtsla av náttúruni Fíggjargeiri Undirhalds- ídnaður

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=