Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 10-6 Landafrøði 2 Stálverk eru ofta nær við kolanám og jarnnám, tí kol og jarnmálmur eru tung og torfør at flyta. At framleiða aluminium er ógvuliga orkukrevjandi , tí verður aluminiumsídnaðurin lagdur, har orkan er bílig og løtt at koma at. Bilídnaðurin er vanliga nær við marknaðin, tí tað er bíligari at flyta lutir til bilin, heldur enn at flyta allan bilin. Oljureinsiverk eru oftast í stórum havnabýum, tí oljan verður vanliga flutt sjóvegis við stórum tangaskipum. Petrokemiskur ídnaður er vanliga saman við oljureinsiverkunum, av tí at bæði brúka somu rávøru. Fiskiídnaður er altíð nær við havnir, har fiskurin verður landaður. Neyðugt er, at pappírsframleiðsla er nær við onkra havn, tí pappír er tungt og verður vanliga flutt við skipi. Nógv vatn verður brúkt til framleiðsluna. Tað ger, at framleiðslan verður løgd nær við áir ella vøtn. Tað er eisini umráðandi, at framleiðslan er nær við skóg. Klædnaídnaðurin er í alt størri mun bundin av bíligari arbeiðsmegi. Tað ger, at hann vanliga er í láglønarlondum í Landsynningsasia. Bakaraídnaðurin bakar breyð, sum skal skjótt fram til brúkaran. Bakaríini eru tí nær við marknaðin og kundarnar. Heilivágsídnaðurin krevur nógva gransking og menning. Tilgongdin av vælútbúnari arbeiðsmegi er tí týdningarmikil. Eftirsum henda arbeiðsmegi vanliga er í stórbýum og lestrarbýum, er vanligt, at heilivágsídnaðurin er har. Eisini í telduídnaðinum er gransking og menning týdningarmikil og krevur tí vællært fólk. Har útbúgving og kunnleiki er, har er eisini telduídnaður. Framleiðslan av sjálvum tólbúnaðinum fer ofta fram í láglønarlondum í Asia. Tak samanum við at lata næmingarnar arbeiða við avritssíðunum Hvar eru ídnaðirnir. Avritssíða 10.4

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=