Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 10-7 Landafrøði 2 Nútíðar rák – uppskot til ískoytisøki Fyrr vóru flutningsútreiðslurnar av rávøru, orku og lidnari vøru avgerandi fyri, hvar ídnaðurin varð lagdur. Hetta hevur ikki so stóran týdning longur, tí at samskiftisnetið er útbygt, flutningurin er vorðinmunabetri og orkan bíligari. Harafturímóti hevur arbeiðsmegin seinastu árini verið avgerandi fyri ídnaðin. Ídnaðurin er vorðin meiri liðiligur og flytur virksemið hagar, sum arbeiðsmegin er bíligast og best. Lond, ið kunnu bjóða fyritøkum góðar umstøður – til dømis bíliga og vælútbúna arbeiðsmegi, gott undirstøðukervi og lágan skatt – kunnu draga til sín fyritøkur úr øllum heiminum . Hvørja ábyrgd hevur ídnaðurin Ár 2000 áttu fyritøkur og ikki lond helmingin av heimsins 100 størstu búskapum. Mong halda, at tað fram um alt eru altjóða fyritøkurnar heldur enn politikarar, sum hava ræði í heiminum. Tað ger, at moralska trýstið á fyritøkurnar at vísa ábyrgd mótvegis umhvørvi, mannarættindum og sosialum viðurskiftum veksur. Stóru fyritøkurnar eru vorðnar meiri tilvitaðar um hetta og vilja avgjørt ikki, at teirra vørumerki skal setast í samband við barnaarbeiði, umhvørvisdálking og kúgan av arbeiðsfólki. Shell, Ericsson, H&M, Ikea og McDonald’s eru dømi um fyritøkur, sum hava merkt afturgongd í søluni og vánaligt ummæli frá kundunum, tí framleiðslan hjá teimum var meir ella minni ábyrgdarleys. Í øllum Norðurevropa hava fyritøkur latið aftur og flutt virksemið til onnur lond, har arbeiðsmegin er bíligari. Tað hevur elvt til, at grundarlagið er horvið undir heilum bygdum og býum. Spurningar sum hesir hava altíð verið frammi í kjakinum, tá virki lata aftur: -- Er sømiligt, at ein fyritøka, sum hevur yvirskot, flytur virksemið hagar, sum roknast kann við, at vinningurin gerst hægri? -- Hvørja ábyrgd hevur landið, tá ið ræður um at útvega nýggj arbeiðspláss? -- Hvussu skal eitt stuttskygt yvirskot, av summum nevnt “ársfjórðingskapitalisma” (sipar til uppgerðirnar hvønn ársfjórðing á keypsskálunum), kunna setast saman við arbeiðsorku, sum tørvar sosialan tryggleika? Skiftið orð um spurningarnar í flokkinum. Avritssíðan Arbeiðspláss og fólkaflyting kann verða brúkt at lýsa evnið. Avritssíða 10.5

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=