Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 10-8 Landafrøði 2 Hvussu broytist samfelagið av ídnaðargerð Tað hevur stóran týdning at gera vart við, hvussu nógv samfelagsskipanin og lívskorini broytast í einum landi í sambandi við ídnaðargerð. Ein góður máti at fáa næmingarnar at hugsa um hetta, er at brúka Føroyar sum dømi og kanna eftir, hvussu talið á arbeiðsfólki í hvørjum vinnugeira er broytt seinastu 160 árini. Ymsir vinnugeirar Vinnan í einum landi kann verða býtt í vinnugeirar. Legg fyri við at greiða frá teimum ymsu geirunum niðanfyri, og hvør munurin er. Fyrsti vinnugeiri (primerir vinnuvegir) Í hendan geiran rokna vit fiskivinnu, landbúnað, skógarbrúk og námsídnað.Virksemið er eyðkent av at tilvirka rávørur og matvørur. Annar vinnugeiri (sekunderir vinnuvegir) Í hesum geiranum verða ymiskar vørur gjørdar burtur úr rávørunum. Týdningarmestu vinnur í hesum geira eru ídnaður og handverk. Triði vinnugeiri (tertierir vinnuvegir) Fólk, sum arbeiða í hesi vinnu, hava um hendi tænastur. Ítøkilig dømi um triðja geira eru: heilsutænasta, undirvísing, handil og flutningur. Fjórði vinnugeiri Sum oftast verður kunning og serfrøði roknað upp í triðja vinnugeira, men seinastu árini er vorðið alt vanligari at rokna kunning og serfrøði á kunningarøkinum sum ein vinnurgeira fyri seg: fjórða vinnugeira. Í uppgávunum í hesi lærarabókini verður víst til tilfar, har kunning og serfrøði framvegis verður roknað upp í triðja vinnugeira. Eftir hesa gjøgnumgongd kunnu næmingarnir arbeiða við avritssíðuni Størv í ymsu vinnugeirunum í Føroyum 1845 – 2014. Viðkomandi upplýsingar eru at finna her: www.hagstova.fo > Talt og hagreitt > Íbúgvar > Demografiska menningin síðstu 300 árini > Søguliga gongdin Hendan greinin, Søguliga gongdin í fólkatalinum frá miðøld til nútíð , veitir eitt gott støði undir fatan av sambandinum millum fólkatalið og gongdina í vinnulívinum.Talvan Vinnubýtið 1845, 1911, 1950 og 2009 verður nýtt sum grundarlag undir at samanbera støddirnar á teimum trimum vinnugeirunum í hesum tíðarskeiði. Avritssíða 10.7
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=