Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 2-8 Landafrøði 1–3 kunnleiki og námsfrøði -- Hvør hevur skrivað hesa kunningina? -- Kann høvundurin hava nakra orsøk til at greiða mest frá tí ringa ella mest frá tí góða, sum kann sigast um evnið? -- Hvaðan hevur høvundurin fingið sínar upplýsingar? Ein góð hjálp hjá næmingunum er at læra at skipa vitan og hugtøk. Tað gera teymillumannað við uppgávum, sum snúgva seg umat skipa í bólkar/sløg, gera tíðarlinjur, stigskipa hugtøk og gera tankakort ˗ arbeiðshættir, sum eru at finna í uppgávunum í lærarabókini. At grundgeva og at taka støðu Hetta eru týðandi førleikar fyri at taka lut í samfelagnum. Næmingarnir eiga at læra at taka støðu og at grundgeva fyri støðu síni. Uppgávurnar í lærarabókini leggja upp til, at hetta verður gjørt bæði munnliga og skrivliga, sum framløga og sum orðaskifti, bæði í bólkum og í flokkinum. At taka samanum og finna kjarnan Nógvir næmingar halda tað vera torført at taka samanum, tí tað krevur, at tey sjálv seta orð á. Tá mugu tey bæði skilja innihaldið og duga at nýta hugtøk. Og fyri at finna kjarnan, mugu tey eisini hava yvirlit yvir heildina. Nøkur dømi um, hvussu hesir førleikar kunnu mennast: • Næmingarnir fáa sum uppgávu at skriva ein samandrátt av einum teksti við einum ávísum tali á orðum. • Undir einari framløgu ella gjøgnumgongd verður av og á steðga á, og ein næmingur tekur stutt saman um høvuðsinnihaldið (munnliga). • Eitt heimaarbeiði kann vera, at næmingarnir skriva niður, hvat teir halda, at endamálið var við tímanum. • Biðja næmingarnar royna at seta orð á teir spurningar, sum teksturin svarar. Orða egnar spurningar Vanlig frálæra snýr seg ofta um, at næmingarnir svara spurningum, sum lærarin setur. Men um tað eydnast at fáa næmingarnar sjálvar at seta spurningar og orða spurdómar, so er tað ein stór hjálp til at fara í dýpdina við evnunum og til at kunnleiki og førleikar festa seg betur. Skriva, tosa og samskifta Teir ymsumátarnir at leggja fram seta stór krøv til málsligar førleikar, og tað er ein stórur fyrimunur at hava tvørgreinaligt samstarv við lærugreinina føroyskt. Tað ber til dømis til at lata eina skrivliga uppgávu í landafrøði telja sum føroyskan stíl, og at føroysktlærari

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=