Landafrøði 1-3 Lærarabók
LAND A F RØÐ I2 AVR IT S S ÍÐA 10.5 Viðurskifti, sum ávirka fólkatalið í einum býi ella einari byg d Far inn á heimasíðun a www.snar.fo og vel Tema: Landafrøði , og vel Bygdir í Føroyum . Ella skriva í leitirútin: Íbúgvaviðurskifti skift á bygdir Har ber til at síggja, hvussu gongdin hevur verið í fólkatalinum í hvørjari einstakari bygd/býi og kommunu síðan 1985. Fólkatal, tal á føddum og deyðum, tilflyting og fráflyting. Vel nakrar kommunur ella bygdir/býir ymsastaðni í landinum, og helst við ymiskari stødd. Kanna, hvussu gongdin hevur verið í fólkatalinum, tilflyting og fráflyting frá 1985 til 2015. Uppgávur: 1. Er fólkatalið at kalla óbroytt, ella eru ávís ár, har tað knappliga minkar ella veksur nógv? 2. Í nógvum kommunum vaks fráflytingin nógv í fyrru helvt av 1990-unum. Hví hendi tað? 3. Í summum kommunum steðgaði minkingin í fólkatalinum skjótt, ella tað fór skjótt at vaksa aftur. Summastaðni helt fólkatalið fram at minka. Royn at kanna, hvat ger hendan munin. (T.d. samferðsla, arbeiðspláss, útbúgvingarstovnar, kommunusamanlegging.) 4. Kanna, um broytt samferðsla hevur ávirkað fólkatalið, serliga tilflyting, í kommunum, har broytingar hava verið. Broytingin kann vera vegasamband, byrging, tunnil, undirsjóvartunnil. 5. Kanna, um broyting í talinum á arbeiðsplássum hevur ávirkað fólkatalið. Spyr læraran ella onnur (ella leita á internetinum), um og nær nakað stórt arbeiðspláss er latið aftur ella er latið upp í einari kommunu, og kanna, hvussu tað ávirkar fólkatalið. Lærarabók 10-14 ©nám 2014, 1. útgáva. Týðari: Elin Henriksen, upprunaútgáva impuls geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och natur og Kultur, 2009, Stockholm iSBn: 978-99918-2-205-1 Kommunur 2016 Fleiri upplýsingar, t.d. fólkatal skift á kyn, aldur og bygd, eru her: www.hagstova.fo > Hagtalsgrunnur > Íbúgvar og val > Fólkatal Landafrøði 1–3
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=