Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 10-16 Landafrøði 2 Avritssíða 10.7 Størv í teimum ymsu vinnu geirunum í Føroyum 1845 – 2009 Stutt søguligt yvirlit Fram til um leið ár 1800 eru Føroyar landbúnaðarland burturav. Gjøgnum fyrru helvt av 19. øld fær útróðurin alsamt størri týdning. Alt fólkið býr á bygd, og Tórshavn er eingin býur enn. Í 1856 verður Einahandilin tikin av, útróðurin mennist, og í 1872 byrjar skipsfiskiveiðan. Menn fara til Íslands at fiska um summarið, og tey ognarleysu eru ikki longur bundin at vera húskallar og arbeiðskonur. Seinni fóru eisini kvinnurnar at arbeiða í fiski á landi. Samstundis fer fólkatalið at vaksa, millum annað vegna meiri og betri mat og betri heilsuviðurskifti. Í 1901 búgva næstan tríggjar ferðir so nógv fólk í Føroyum sum í 1801. Gongdin við vaksandi fólkatali heldur fram í fyrru helvt av 20. øld, og arbeiðsplássini í fiskivinnuni vaksa sum heild samsvarandi; tó eru eisini tíðarskeið við arbeiðsloysi og fráflyting. Samanborið við hini Norðurlondini kom ídnaðurin rættiliga seint fyri seg í Føroyum; hann tók ikki av álvara dik á seg fyrr enn um miðju 20. øld. Ídnaðarframgongdin hevur elvt til størri vælferð og meiri skatt til landið, og tí verður farið undir at bøta um tann almenna geiran, til dømis heilsutænastuna, røktartænastuna og skúlar. Frá 1970-árunum koma fleiri og fleiri kvinnur á arbeiðsmarknaðin, og býirnir og tær stóru bygdirnar sum heild vaksa, men tær minstu bygdirnar minka. Umár 2000 eru Føroyar eitt framkomið ídnaðar- og tænastusamfelag. So hvørt sum maskinur bæði á sjógvi og landi í alt størri mun gera arbeiðið, ið fólkið áður gjørdi, minkar talið á arbeiðsfólki. Skipunum tørvar ikki sama tal av fólki til somu veiðu, og hetta sæst serliga aftur í talinum á fiskimonnum, sum er nógv minkað. Eisini ídnaði sum bátabygging, skipasmiðjum og spunavirkjum er minni av. Nógv fólk eru farin at arbeiða í tænastuvinnuni og kunningarvinnuni, men harumframt eru nógv, sum arbeiða víða hvar í heiminum, eitt nú í frálandavinnu. Síðan 1985 hevur lítil fólkavøkstur verið, bæði tí at burðaravlopið er minkað og vegna fráflyting. Samfelagið tekur sær nú av nógvum, ið tær einstaku familjurnar fyrr tóku sær av, t.d. at ansa børnunum og teimum gomlu. Stórur partur av fólkinum arbeiðir hjá landinum og kommunum, serliga kvinnurnar. Bústaðarmynstrið er ógvuliga nógv broytt og skumpar undir gongdina fram móti einum tænastu- og kunningarsamfelagi. Í 1850
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=