Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 10-18 Landafrøði 2 Avritssíða 10.8 Vinnulívið í heiminum – endurtøka 1. Greið frá hugtøkunum ídnaður og vinnulív . 2. Hví gjørdist Bretland fyrsta ídnaðarland í heiminum? 3. Nevn trý dømi um rávøru, sum kann verða góðskað til lidna vøru. 4. Hvørji viðurskifti avgera, hvar ein ídnaðurin er? Talan kann til dømis vera um rávørur, arbeiðsmegi og flutning. 5. Hvussu hevur tað útbygda samferðslukervið broytt heimin og ávirkað lívið hjá stórum parti av fólkinum? 6. Í hvørjum heimsparti er nærum helvtin av heimshandlinum? Hví er tað so? 7. Hvørjar fyrimunir og vansar hevur heimshandilin havt gjøg- num tíðina? 8. Nevn trý dømi um ymsar ídnaðargreinir og greið frá, hvat serliga eyðkennir hvørja teirra. 9. Nevn dømi um nakrar fyrimunir og vansar við øktu ferða- vinnuni. 10. Hvat verður meint við hugtøkunum tænastuvinna , almenni geirin og óformligi geirin ? 11. Nevn nakrar fyrimunir og vansar við alheimsgerð.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=