Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 10-19 Landafrøði 2 Avritssíða 10.9 Vinnulívið í heiminum - Hugdýping 1. Finn kort, sum vísa tey størstu ídnaðarøkini í heiminum (ella fyri t.d. ein heimspart í senn). Hví eru ídnaðarøkini júst har, sum tey eru? Brúka ymisk evniskort í Heimsatlasinum, tá ið tú loysir uppgávuna. 2. Hvørjar flutningsmøguleikar skalt tú brúka at flyta vørur- nar, sum eru nevndar niðanfyri? Para flutningsmøguleikar og rætta vøru. Greið frá, hví tú velur, sum tú gert. Flogfar Diamantar Lastbilur Fartelefonir Skip Olja Jarnbreyt Steinkol Møblar 3. Vel eitt land í Evropa og hygg í einum korti at veganetinum og jarnbreytunum. Hvussu eru veganet og jarnbreytir bygd, og hví heldur tú, at tað er júst soleiðis? 4. Royn at fáa greiðu á, hvat hugtakið fríhandil vil siga. Hvussu kann eitt land verja seg, tá ið tað verður fyri kap- ping frá einum øðrum landi? Hvørjir fyrimunir og vansar eru við fríhandli? 5. Greið frá handlinum millum ymsu heimspartarnar. Nýt heimskortið í avritsarki 10.2 og tekna pílar, sum vísa strey- min av handilsvørum millum ymsu heimspartarnar. Hvørja niðurstøðu kemur tú til? 6. Ímynda tær, at tú skalt menna ferðavinnuna í einum lítlum, ótíðarhóskandi býi, sum er á fronsku miðjarðarhavsstron- dini. Hvat slag av ferðavinnu hevði tú valt og hví júst hana? Hvussu hevði býurin verið ávirkaður av ferðavinnuni? 7. Samanber arbeiðsorkuna í ymsu vinnugeirunum í trimum ymiskum londum, til dømis Grikkalandi, Danmark og Tansania. Set úrslitið av kanningini, sum prosent, í tríggjar sirkulmyndir. Eina sirkulmynd fyri hvørt av londunum. Hvønn mun sært tú? Hví er hesin munur? Ber saman við býtið í Føroyum (Avritssíða 10.7).

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=