Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 11-1 Landafrøði 2 Orka Fimti partur í Landafrøði 2 viðger hesi evni: • Nógv sløg av orku • Hvørja ávirkan atgongd til orku og trot á orku hava • Varandi orkukeldur • Orkukeldur, sum kunnu verða uppi Tað hóskar væl at viðgera hesi evni saman við øðrum lærugreinum, bæði náttúrulærugreinum og samfelagslærugreinum. Lærarabókin er ætlað at menna førleikarnar at skapa, at bera saman og at gera niðurstøður. Endam ál At gerast tilvitandi um týdningin av orku Umráðandi er at gera næmingarnar tilvitaðar um, hvussu stóran týdning orka hevur fyri lívið og virksemið hjá menniskjum. Evnini hjá menniskjum at brúka orkukeldurnar eru upprunin til vælferð í fleiri heimspørtum. Hinvegin hevur framburðurin volt menniskjum trupulleikar, til dømis umhvørvisvandar og niðurpíning av nógvum tilfeingi í heiminum. Stórur partur av orkunýtsluni fer til ein lutfalsliga lítlan part av fólkinum í heiminum. Hinvegin fer ein lítil partur av orkuni til ein lutfalsliga stóran part av fólkinum. Samstundis eru tey ríku, orkuslúkandi londini rættiliga viðbrekin. Órógv í orkutilgongdini í hesum londum ávirka búskapin og gerandisdagin heilt nógv. At grunda um, hvussu nógv jørðin megnar Útsagnirnar omanfyri og spurningurin niðanfyri eiga at vera ein reyður tráður í arbeiðinum við hesum partinum: -- Er jørðin ment at bera, at alt fólkið í heiminum livir sum fólkið í teimum ríku ídnaðarlondunum? BÓKMENTIR Arnstein Niclasen: Orka og orkupolitikkur. Vinnumálaráðið 2004 HEIMASÍÐUR SEV: www.sev.fo Jarðfeingi: www.jf.fo Orkustevnan 2014: www.orkustevna.fo Granskingarráðið: www.gransking.fo Hagstova Føroya: www.hagstova.fo 11
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=