Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 11-2 Landafrøði 2 At menna tilvitsku í fatan og gerðum Ætlanin við partinum er, at næmingarnir skulu ogna sær gott vitanarstøði, sum ger teir førar fyri at seta seg inn í og at meta um ymsu orkukeldurnar í heiminum. Næmingarnir skulu heilt einfalt gerast medvitandi um framtíðar orkuspurningar og menna evnini at nýta hesa vitan í verki. Førleikamál – uppskot Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • dugir at nevna dømi um, hvussu menniskju gjøgnum tíðina hava brúkt ymsar orkukeldur • dugir í stuttum at greiða frá, hvussu týdningarmestu orkukeldurnar í heiminum verða til, og hvussu tær verða brúktar • dugir at greiða frá nøkrum fyrimunum og vansum við ymsu orkukeldunum • dugir at bólka orkukeldurnar í varandi orkukeldur og orkukeldur, sum verða uppi • veit, hvar tær størstu kendu nøgdirnar av steinrunnum brennievnum eru og nevna dømi um politiskar avleiðingar av hesum • dugir at nevna nøkur dømi um framtíðar orkukeldur • veit í høvuðsheitum, hvussu býtið av orkunýtsluni er í heiminum. Arbeiðsgongd Uppskot til innleiðslu Orka er tað náttúrutilfeingið, summenniskjum tørvar mest av øllum. Orkutørvurin hevur fingið mannaættina at kýta seg og at finna upp á nýggjar mátar, meira enn á nøkrum øðrum øki. Nútíðar tøkniliga samfelagnum tørvar orku, sum er løtt at fáa hendur á og bílig. Er orkuveitingin ikki støðug, steðgar samfelagið upp. Ein góður máti at gera næmingarnar tilvitaðar um orkutørvin í samfelagnum er at ímynda sær, hvat hevði hent, um orkuveitingin steðgaði. Eingin orka – hvørjar verða avleiðingarnar Sig næmingunum eina søgu sum hesa: Hugsa tær, at tað er um veturin, og at býurin ella bygdin, har tú býrt, verður fullkomiliga avbyrgd frá umheiminum, tá ið tað snýr seg um orku. Hetta hevur millum annað við sær, at tit hava ikki el, og at allur flutningur av olju og bensini er steðgaður.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=