Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 2-9 Landafrøði 1–3 kunnleiki og námsfrøði og landafrøðilærari í felag meta um avrikið. Í avritssíðuni 2.1. er ein leistur til at skriva uppgávu eftir. Í bólkaarbeiði læra næmingarnir at samstarva og at samskifta. Í lærarabókini eru nógvar uppgávur til bólkaarbeiði. Lærarin eigur at skipa bólkaarbeiðið væl, bæði seta bólkarnar, gera tíðarætlan og gera greitt frá byrjan, hvussu tilfarið skal verða lagt fram. Skapandi evni Í summum av uppgávunum í lærarabókini verður miðvíst arbeitt við at menna skapandi evni hjá næmingunum. Hetta er ikki bara fyri at gera frálæruna fjølbroytta, men eisini tí hetta hevur alstóran týdning bæði fyri tann einstaka og í mun til tey krøv, sum framtíðar samfelagið setur.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=