Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 11-3 Landafrøði 2 -- Hvørjar høvdu avleiðingarnar av hesum verið fyri teg og fyri virksemið í samfelagnum? Bið næmingarnar skriva niður tær avleiðingar, sum teimum koma í hug. Savna tilfarið og skriva á talvuna. Fá í lag samrøðu umorkutørvin hjá nútíðar samfelagnum og um, hvussu viðbrekið samfelagið er. Við hesum sum grundarlag verður vónandi lættari hjá næmingunum at skilja, hví orkuspurningar hava so stóran týdning og eru so nógv umrøddir í samfelagnum. Kanska kunnu tit kanna, hvat hendi undir The Great Ice Storm of 1998 . Veturin 1998 vórðu partar av New England og serliga landsynningsparturin av Kanada rakt av kavaódn. Kavaódnin elvdi til, at fýra milliónir fólk mistu elsambandið. Summastaðni mistu tey streymin í ein heilan mánað. Stórbýurin Montreal lá nærum í streymloysi í eina viku. Hetta hevði við sær stóran skaða á ognir, og at fólk doyðu. Ymisk sløg av orku Varandi orkukeldur Orkukeldur, sum kunnu vera uppi Fyrst av øllum eiga næmingarnir at vita, hvørjar orkukeldur eru varandi (endurnýggjast), og hvørjar ikki eru varandi (kunnu ikki endurnýggjast). Síðan kunnu teir við støði í bókini meta um fyrimunir og vansar við orkukeldunum. Niðanfyri er víst til annað tilfar umframt. Í hesum partinum hava næmingarnir høvi at læra at bera saman og at gera niðurstøður. Teimum nýtist bara pappír við reglum, sum tey býta í tveir teigar. Har kunnu tey skriva stuttar viðmerkingar. Tað, sum næmingarnir skulu taka støðu til, eru stigskipaðu hugtøkini í kassunum. Men ger vart við, at til eru eisini aðrar orkukeldur enn hesar. Næmingarnir kunnu koma við sínum egnu hugskotum . Landafrøði 2, bls. 100-110 Avritssíða 11.1 Orka Varandi orka Vindur Vatn Biogass Steinrunnin brennievni Kjarnorka Ikki-varandi orka Sól Steinkol Jarðgass Olja Uran
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=