Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 11-6 Landafrøði 2 Avritssíða 11.1 Hvussu skal orkuveitingin hjá Føroyum verða í framtíðini Í Føroyum er orðaskifti um, hvørjar orkukeldur skulu nýtast. Her er bæði talan um tær, sum longu verða brúktar í dag, og um orkukeldur, sum kunnu verða mentar í framtíðini. Vit ímynda okkum, at løgtingið setur eina nevnd, sum skal skriva eitt álit um, hvørjar orkukeldur skulu brúkast í Føroyum í framtíðini. Álitið skal viðgera tær orkukeldur, sum eru í at velja; hvussu tær virka, hvar hvør orkukelda verður brúkt, og hvørjir fyrimunir og vansar eru við hvørjari orkukeldu. Tú ert serfrøðingur í orkuspurningum og ert vald/ur í nevndina, sum skal greina orkuveitingina hjá Føroyum. Greið skrivliga frá, hvussu orkuveitingin skal vera í framtíðini. Tú kanst velja tríggjar ella fýra orkukeldur. Brúka uppsetingina niðanfyri sum dømi. Skriva so fullfíggjað svar sum til ber. Gloym ikki, at til eru nýggjar orkukeldur, sum ikki eru fullmentar enn, men sum kunnu verða avgerandi í framtíðini. ORKUKELDA • Hvussu er hendan orkukeldan vorðin til? ella : Hvussu fæst orka úr hesi kelduni? • Hvussu fæst fatur á orkuni? • Í hvønn mun er hendan orkukeldan til í Føroyum? • Í hvønn mun verður hendan orkukeldan brúkt í Føroyum? • Er hon varandi ella ikki varandi? • Hvørjar fyrimunir og hvørjar vansar eru við hesari orkukelduni?
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=