Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 12-1 Landafrøði 2 Landafrøði og politikkur Sætti partur í Landafrøði 2 viðger hesi evni: • Landamørk og avleiðingar av teimum • Lond og ósjálvstøðug øki • ST og ES • Hjálandastevna og avleiðingar av henni • Ójavnin millum fátæku og ríku londini • Alheimsgerð • Ætlanir í samfelagnum Evnið viðger nógv úrtøkilig hugtøk, sum næmingarnir eiga at læra seg at brúka. Harumframt verða hesi hugtøk ofta brúkt í miðlunum og í samfelagspráti. Tí er tað týdningarmikið, at næmingarnir ogna sær grundleggjandi fatan av hugtøkum júst á hesum øki. Aðrir týðandi førleikar, sum verða mentir í hesum parti, eru: At duga at grundgeva fyri sínum sjónarmiði og at lýsa mál úr fleiri sjónarhornum, tá tað snýr seg um til dømis alheimsgerð, hjálandastevnu og ymsar marknaðartrætur í heiminum. Endam ál At fáa kunnleika um, at politikkur og landafrøði hoyra saman Eitt týdningarmikið mál við hesum partinum er at geva næmingunum ávísa vitan um politisku skipanina í heiminum og vitan um, at politiskar niðurstøður ofta eru grundaðar á landafrøðiligar umstøður. At fáa innlit í, at heimurin er óstøðugur Næmingarnir skulu fáa innlit í, at landamørk broytast, lond koma og onnur hvørva. Alheimsgerðin minkar fjarstøðuna og kámar landamørkini. Vit eiga serliga at hyggja at, hvussu broytingarnar henda og hví tær henda, eisini hvussu tær ávirka fólk, bæði neiliga og jaliga. BÓKMENTIR Heimssøga frá 1700 -1900, bls. 72-85. Nám 2012 Heimssøga frá 1900 til í dag, bls. 112-133. Nám 2012 HEIMASÍÐUR www.snar.fo Leitorð: ST 12

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=