Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 12-2 Landafrøði 2 Førleikamál – uppskot Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • dugir at nýta grundleggjandi hugtøk á lærugreinaøkinum • fær innlit í, at mørkini millum lond eru broytt og verða framvegis broytt • veit um nakrar yvirtjóða felagsskapir, t.d. ES, og dugir í stuttum at greiða frá teirra virki • dugir at nevna nøkur dømi um, at landamørk ávirka tilveruna hjá fólki • veit um nøkur marknastríð og dugir í stuttum at greiða frá, hvat stríðið snýr seg um • dugir í stuttum at greiða frá hjálandastevnu og nøkrum avleiðingum av henni • dugir at nevna dømi um órættvísi millum lond og hevur eina fatan av orsøkunum • dugir at greiða frá nøkrum fyrimunum og vansum við alheimsgerð Arbeiðsgongd Statur – land – tjóð Legg fyri við at lesa bls. 114 í bókini, sum lærir okkum, at landamørk eru ikki óbroytilig. Áhugavert kann vera í felag at kortleggja og skifta orð um broyttu landamørkini í Evropa seinastu 20 árini. Í hesum sambandi kann avritssíðan Broytingar í politisku kortunum av Evropa verða brúkt. Fyri at lætta um kanst tú skriva nøkur tøl á bæði kortini, so tað er greiðari hjá næmingunum at gera av, hvat er rætta landið. Kortini kunnu sjálvandi eisini gerast størri. Ein spurningur, sum helst stingur seg upp millum næmingarnar, er, hví kortið er broytt so nógv. Greið í stuttum frá, hvat er farið fram, og lat tey fáa høvi at kunna seg nærri um ymiskar nútíðar og søguligar tvídráttir. Men best er fyrst at fáa skil á nøkrum hugtøkum. Hesin spurningur kann vera ein natúrlig byrjan: -- Hví taka fólk seg saman í ymsar felagsskapir? Tá ið tit hava tosað eitt sindur um hetta, kanst tú stigskipa hesi hugtøk: Landafrøði 2, bls. 116-124 Avritssíða 12.1

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=