Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 2-10 Landafrøði 1–3 avritssíða 2.1 Leistur at skriva uppgávu eftir 1. Vel evni. 2. Endamál. Greið frá, hví tú hevur valt at arbeiða við júst hesum evninum, og hvat tú ætlar at fáa burtur úr arbeiðinum. 3. Spurningar og tilgitingar. Orða nakrar spurningar, sum tú ætlar at finna svar til í arbeiðinum. Tað skulu helst vera spurningar, sum krevja eitt langt, útgreinandi svar. Tú kanst eisini orða nakrar tilgitingar (hypotesur) og kanna, um tær eru sannar ella ikki. 4. Háttalag. Greið frá, hvussu tú hevur savna upplýsingar og kunning sum grundarlag undir arbeiðinum. Talan kann til dømis vera um samrøður, spurnakanningar, granska í náttúruni ella lesa ymisk sløg av tekstum. 5. Savna tilfar saman. 6. Met um og skil frá. Ansa eftir, at tilfarið, sum tú hevur savnað, hóskar saman við tínum spurningum og tilgitingum. Hevur tú brúkt eina álítandi keldu? Skil tað tilfarið frá, sum hevur ivasaman uppruna, og sum ikki er viðkomandi fyri arbeiðið hjá tær. 7. Frásøgn. Í hesumpartinumav uppgávuni greiðir tú frá, hvat tú ert komin fram til. Tú kanst nýta talvur, kort, tekningar og myndir, og tú mást skriva tekstir, sum svara tínum spurningum / tilgitingum. Royn at gera so nógvar egnar niðurstøður, sum til ber. 8. Samandráttur og niðurstøður. Tak stutt saman um tað, sum tú ert komin fram til, og greið frá teimum týdningarmestu og áhugaverdastu niðurstøðunum, sum tú hevur gjørt út frá innihaldinum í arbeiðinum hjá tær. 9. Keldulisti. Her skalt tú skriva eitt yvirlit yvir tær bøkur, greinar og heimasíður, sum tú hevur brúkt. Á bókum og greinum skal navnið á høvundinum og forlagnum vera við, umframt útgávuár. Um tú hevur gjørt samrøður, skalt tú skriva navnið á tí/teimum, tú hevur tosað við. Skriva eisini dagfesting fyri samrøðuna. Fyri tilfar av internetinum skalt tú kopiera alla adressuna og skriva dagfesting. Tú kanst gera yvirskriftir til øll punktini uttan 5 og 6.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=