Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 12-4 Landafrøði 2 Lat næmingarnar festa sína vitan við at arbeiða við avritssíðuni Kanna tína fatan av hugtøkum. Her kunnu teir læra seg at flokka og skilgreina ymisk hugtøk. Stríð um landamørk Víða hvar í heiminum eru ósemjur um mørk og landøki vanligar. Fjølmiðlarnir hava vakið eyga við hesum økjum. Hendir okkurt, sum hevur áhuga í løtuni, fær tað nógva umrøðu, bæði í tíðindasendingunum og í sendingum um samfelagslig viðurskifti. Næmingarnir kenna tí vanliga til ymiskar ósemjur, ið røra seg úti í heimi. Tey kunnu nú fara undir at kanna ávísar ósemjur, sum tey hava áhuga fyri . Tað ber til at nýta leistin til skrivliga framseting, sum er í 2. parti av Lærarabókini.Minn næmingarnar á at brúka tað, sum tey hava lært, tá ið tey orða spurningarnar; til dømis at síggja orsakir og avleiðingar. Um næmingarnir velja at kanna ymisk marknastríð, kunnu teir leggja fram munnliga – annaðhvørt fyri flokkinum ella bólkum. Nøkur evni: Palestina – Ísrael Sri Lanka Kurdistan Baskaland India – Pakistan Kypros Kina – Taivan Vestursahara Gamla Jugoslavia ella ávíst øki, til dømis Kosovo Gamla Sovjetsamveldið ella ávíst øki, til dømis Baltisku londini Kekenia Georgia Gamla Eysturberlin/Vesturberlin Tá ið arbeiðið hjá næmingunum er liðugt, eiga hesir spurningar at vera svaraðir: -- Hvar er/var økið, sum stríð er um? -- Hví er/var stríð í økinum? -- Hvør er søguliga bakgrundin fyri stríðnum? -- Hvørjar avleiðingar hevur ósemjan í økinum havt við sær? Avritssíða 12.2

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=