Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 12-5 Landafrøði 2 Hjálandatíðin – heimurin verður býttur sundur Órættvísur heimur Tá ið greitt skal verða frá fátækdømi í triðja heiminum, slepst ikki undan at nevna hjálandatíðina. Øll lond eru ávirkað av síni søgu, og bókin viðger søguligu sjónarhornini í teimum førum, har serlig orsøk er til tað. Vegna plásstrot kann hetta tó ikki altíð gerast, men søga er jú eisini sum serskild lærugrein. Tá ið tit skulu kanna spurningar um órættvísi í heiminum, er gott, um flokkurin í lærugreinini søgu hevur havt um hjálandatíðina. Spurningurin kann verða settur, hvussu nógv hetta tíðarskeiðið framvegis ávirkar støðuna nú á døgum.At avleiðingarnar hava verið djúptøknar, ikki minst í Afrika, er líka satt, sum at ídnaðargerðin hevur ávirkað Norðurlond og allan heimin. Við góðum søguligum støði hava næmingarnir betri fortreytir at hyggja at støðuni í dag. Annar møguleiki er at lesa um evnini samstundis í tvørfakligum samstarvi við søgu. Sum uppgávu kunnu næmingarnir arbeiða við avritssíðuni Ó rættvísur heimur. Alt eftir, hvussu væl næmingarnir eru førir fyri at arbeiða sjálvstøðugt, kunnu teir stýra arbeiðinum sjálvir við at tillaga framferðarháttin, teir áður hava brúkt, ella tit arbeiða við evninum í øllum flokkinum í felag, áðrenn byrjað verður. Avritssíðan leggur upp til, at næmingarnir greiða frá orsøkum til fátækdømi í heiminum, til stríð og til órættvísi. Næmingarnir skulu tá hugsa um hugtøk sum hjálandastevnu, handil, altjóða fyritøkur og bankar, eisini um einaveldi og mutur. Bókin viðger hesi evni, men fer ikki í dýpdina, og tí er neyðugt, at næmingarnir fáa meiri av ítøkiligari vitan. Tað ber til at velja eitt ávíst land sum dømi og greiða nærri frá tí. Framløgan kann verða skipað sum orðaskifti í flokkinum, sum skrivlig frágreiðing – ella bæði. Landafrøði 2, bls. 125-131 Avritssíða 12.3
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=