Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 12-6 Landafrøði 2 Alheimsgerð Evnið alheimsgerð verður longu viðgjørt á bls. 96–97 í bókini í sambandi við vinnulív. Evnið er nógv frammi, og næmingarnir eru vaksnir upp við, at landamørk og fjarstøða lítlan og ongan týdning hava longur. Ikki minst internetið, sjónvarpið og góðu møguleikarnir at ferðast hava gjørt, at umheimurin er komin nærri. Sum hugtak er alheimsgerð ógvuliga fjølbroytt. Tað ræður tí um, at næmingarnir fáa innlit í, at alheimsgerð kann fevna um nógv ymisk viðurskifti. Jaliga ella neiliga áskoðanin á alheimsgerðina er ofta tongd at, hvørjum valt verður at taka støði í. Um metingin av alheimsgerðini verður jalig ella neilig, veldst um, hvørjum síðum av alheimsgerð hugt verður at. Bókin vísir á fleiri sjónarhorn. Tað ber til at byrja við at lata næmingarnar hugsa um, hvussu Føroyar eru vorðnar partur av alheimsgerðini. Til ber at byrja við spurningunum niðanfyri og lata næmingarnar brúka foreldrini sum keldu: Ber saman Føroyar, sum tær vóru fyri 30-35 árum síðan, við Føroyar í dag: • Hvussu er samband Føroya við umheimin broytt seinastu 30–35 árini? Hvussu hava hesar broytingar ávirkað fólk og land? • Hvussu merkist tað, at Føroyar og føroyska fólkið er vorðið partur av alheimsgerðini? • Hví er heimurin vorðin alt meiri alheimsgjørdur? Tá ið næmingarnir hava ognað sær alheimsgerð sum hugtak, kann verða áhugavert hjá teimum at kanna fyrimunir og vansar við alheimsgerðini. Avritssíðan Alheimsgerð - góð og ring kann verða brúkt í hesum føri. Næmingum plagar at dáma at taka samanum við einum práti. Být flokkin í tvey.Annar parturin fær uppgávuna at vera jaligur mótvegis alheimsgerðini, og hin parturin fær uppgávuna at vera neiligur. Báðir partar mugu fyrireika grundgevingarnar væl. Landafrøði 2 og sjónarmiðini hjá foreldrunum hóska væl at taka støði í. Avritssíða 12.4
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=